- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar leita eftir dygdargóðum útbúgvingum uttanlands

Føroysk lesandi leita sær uttanlands eftir dygdarbetri útbúgvingum.

Tað er ein av niðurstøðunum í eini kanning, sum Lestrarblaðið hjá Vikublaðnum hevur gjørt.

Sambært kanningini hevur støðið á útbúgvingini stóran tydning fyri munandi fleiri av teimum, sum fara uttanlands at lesa samanborið við tey, sum lesa í Føroyum.

77 prosent av teimum, sum lesa í Danmark, siga støðið á útbúgvingini hava stóran ella sera stóran týdnig.

Av teimum, sum fara í onnur norðurlond at lesa, siga 88 prosent, at støðið hevur stóran týdning.

Til samanberingar siga 50 prosent av teimum, sum lesa í Føroyum, at støðið á útbúgvingini hevur stóran ella sera stóran týdning.

363 lesandi vórðu spurd kanningini hjá Lestrarblaðnum hjá Vikublaðnum, sum varð gjørd frá 24. til 29 januar