Blokkstuðulin verður samtyktur í morgin

Blokkstuðulin verður samtyktur í morgin
Báðir føroysku fólkatingsmenninir taka undir við prístalsjavningini, men Edmund Joensen finst at stjórnini fyri ikki at halda sínar búskaparligu skyldur í ríkisfelagsskapinum

06.02.2012 - 09:07

Seinnapartin í morgin fer fólkatingið at samtykkja, at blokkstuðulin til Føroya verður 624,1 mió. kr. í ár.

Føroyar fáa 8,6 milliónir krónur meira enn upprunaliga ætlað, tí stuðulin er prístalsviðgjørdur eftir ynski frá landsstýrinum.

Báðir føroysku fólkatingsmenninir siga í álitinum hjá Føroyanevndini, at teir taka undir við uppskotinum hjá danska fíggjarmálaráðharranum.Men teir gera tað ikki uttan viðmerkingar.

Sjúrður Skaale í Javnaðarflokkinum tekur undir við uppskotinum, tí Javnaðarflokkurin vil ikki atkvøða ímóti einari avtalu, sum landsstýrið og danska stjórnin hava gjørt.

Støðan hjá Javnaðarflokkinum er annars framvegis tann, at avgerðin í 2002 um ikki at prístalsviðgera blokkin eigur at standa við.

Edmund Joensen í Sambandsflokkinum finst at stjórnini fyri ikki at vilja hækka sjálvan stuðulin, tí útreiðslurnar til felagsmálini, sum blokkstuðulin er ætlaður, eru farnar nógv upp síðani 2002. Tí er danski parturin minkaður nógv lutfalsliga.

Edmund Joensen sigur, at danska stjórnin heldur ikki skyldur sínar í ríkisfelagsskapinum, soleiðis sum tær eru lýstar í einum donskum-føroyskum áliti um blokkin frá 1997.

Blokkstuðulin hevur verið 615,5 milliónir síðani 2002.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Skratsj 16. oktobur 2024
182166
Mikudag 16. oktober
Mono - Tórður Jophannesarson - 2. sending
182164
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907