Ib Ullrik (6:6) - 1. sesong

Ib Ullrik (6:6) - 1. sesong
14-10-2022
Angela og Hannibal

Sjósavnið hevur fingið eitt serliga stórt igulker, sum kann etast sum sushi. Tí skal eisini ansast væl eftir, at tað ikki verður stolið. Ib Ullrik hoyrir um igulkerið í útvarpinum og hann gerst beinanvegin spentur, um hann kann verða tann fyrsti føroyingurin, sum kemur at eta eitt tílíkt igulker. Í partunum roynir hann at stjala igulkerið. Angela og Hannibal eru eisini á sjósavninum, og tey gera sítt til at ansa eftir igulkerinum. Fitti kúllurin Olgar er eisini og vitjar Angelu á sjósavninum. Hans Eli Sivertsen greiður frá um fiskarnar, sum eru á sjósavninum. Umframt hetta vitjar Angela í hvørjum parti ymisk áhugaverd støð.