Sjósavnið hevur fingið eitt serliga stórt igulker, sum kann etast sum sushi. Tí skal eisini ansast væl eftir, at tað ikki verður stolið. Ib Ullrik hoyrir um igulkerið í útvarpinum og hann gerst beinanvegin spentur, um hann kann verða tann fyrsti føroyingurin, sum kemur at eta eitt tílíkt igulker. Í partunum roynir hann at stjala igulkerið. Angela og Hannibal eru eisini á sjósavninum, og tey gera sítt til at ansa eftir igulkerinum. Fitti kúllurin Olgar er eisini og vitjar Angelu á sjósavninum. Hans Eli Sivertsen greiður frá um fiskarnar, sum eru á sjósavninum. Umframt hetta vitjar Angela í hvørjum parti ymisk áhugaverd støð.
- Tíðindi, mentan og ítróttur