Emil úr Lønnebergi, hann ger skálkabrøgd, næstan hvønn dag. Men Emil er so fittur, at hann ongantíð ger somu skálkabrøgd tvær ferðir, hann finnur altíð uppá nýggj. Sum tá ið hann vant lítlusystrina Idu upp í flaggstongina. Ella ta ferðina, tá ið hann reið á Lukasi beint inn í tann stóra salin, har borgarstjórin hevði veitslu. Tá flentu øll uttan borgarstjórin. Neyvan eru skálkabrøgdini hjá Emili so illa meint, sum til dømis hina ferðina í skúlanum, tá ið hann mussaði lærarinnuna. Tá segði Emil, at hann gjørdi tað, bara tí hann vildi vera fittur.
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kæri lítli verkstaður
Kæri lítli verkstaður
02-04-2020
Emil úr Lønnebergi