Snæfall: Kjartan

Snæfall: Kjartan

Undirheiti: 
Bestu jólini vóru tey, sum ikki gingu, sum tey skuldu - tað heldur Kjartan
Tekst: 

Navn:        Kjartan Hansen


Leiklutur:    Vetur


Aldur:        34 ár


Bústaður:    Århus, Danmark


Skúli:        
Kommunskúlin og Studentaskúlin í Havn og síðan háskúli í Svøríki og so lært til sjónleikara í Svøríki, so nú havi eg arbeitt sum professionellur sjónleikari í 7 ár.


Yndismatur:    
Jólaaftan skaaaal tað vera ræst kjøt í ovninum annars tími eg ikki at halda jól :) men ein góðan parisarabúff sige eg ongantíð nei til – eiheldur frískar østers ;-) (sum á føroyskum eita ostrur)


Hvar heldur tí jól:
Havi hildið jól í ymsum londum, men stór jól heima hjá foreldrunum saman við øllum mínum systkjum og teirra familjum, er tað allar besta


Bleytar ella harðar pakkar:
Fyrr: harðar pakkar. Nú: bleytar pakkar, tí eg dugi nokkso illa at keypa mær sjálvum klæðir


Besta jólaveitslan:
Tað var einaferð – eg minnist ikki hvat ár tað var – tá tað var stórkavi, og vit blivu innikavaði heima hjá okkum. Kavi langt upp um nøsina :-)  so vit sluppu ongan veg, og vórðu noydd at halda veitsluna heima

E.S.: tað ber væl til at grilla pylsur meðan tað kavar :-D

Mynd: