- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ger ein jólakalendara
Siðvenjan við jólakalendarum byrjaði í Týsklandi, og var frá byrjan ein kalendari, har tvey tjúkk pappír vóru løgd oman á hvørt annað. Ovasta pappírið varð prikkað ella skorið soleiðis, at lúkur kundu latast upp, og tá tú lat lúkuna upp, kundi tú síggja eina tekning á niðara pappírinum.
Ein tílíkan kalendara ber væl til at gera – kanska til mammu og pápa ella til ein góðan vin?
Soleiðis gert tú:
- Tekna 24 smáar myndir á eitt pappír.
- Legg eitt annað pappír útyvir. Hetta má vera eitt pappír, sum tú sært eitt lítið sindur ígjøgnum, soleiðis at tú sært hvar tekningarnar eru.
- Tekna síðan við blýanti ein fýrakant har tú sært tekningina á niðara pappírinum.
- Pynta so jólakalendaran við jólaligum tekningum.
- Klipp nú tríggjar síður á fýrakantinum, og tú hevur eina lúku.
- Skriva nummar á allar lúkurnar – frá 1 til 14.