- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er næstan klárt
Latið inn hevur Elin Michelsen hin Mik, 02/21/2018 - 11:31
Undirheiti:
Í næstu viku byrja upptøkurnar til eina nýggja barnasending, og studio er við at vera klárt.
Tekst:
16. mars kemur ein nýggj barnasending í skránna hjá Kringvarpinum. Hon eitur Vinus og Vimús, og verður til tey smærru børnini.
Men nógv er at gera, áðrenn klárt er at seta seg í sofuna at hyggja, so nógv fólk eru sett í sving. Tí fyrst skal studio byggjast og snøggast og handrit skrivast, og so skulu upptøkurnar gerast, og nú er við at vera klárt til upptøkur.
Her síggja vit Jonnu og Rakul Ró leggja síðstu hond á pyntið á vegginum.
Mynd:
Evni: