- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ítróttur
Jákup á Borg er aftur til reiðar at spæla fyri føroyska landsliðið og verður við í hópinum, sum fer á venjingarlegu í La Manga í Spania
VÍF hevur í kvøld vunnið á oddaliðnum KÍF. Vestmenningar vunnu 23-22 og halda tí fast um annað plássið, sum gevur pláss í finaluni
Fótbóltssamband Føroya og orkufelagið, Effo, hava í dag gjørt trý ára stuðulsavtalu. Sostatt eitur fremsta fótbóltsdeildin hjá monnum nú Effo-deildin
Føroyska fótbóltslandsliðið, sum er á venjingarlegu í La Manga í Spania, urspældi málleysan javnleik móti spanska 2.deildarfelagnum, Real Murcia
Hóast nógvar málmøguleikar kom bara tað eina málið, tá Føroyar í dag vunnu 1-0 á La Union, ið dagliga spælir í triðbestu deildini í Spania
Lionel Messi syrgdi í kvøld fyri, at liðið hjá honum, FC Barcelona, kom víðari í fjórðingsfinaluna í Champions League. FC Barcelona vann heili 7-1. Messi skeyt fimm mál og tað er nýtt Champions League met
Christian Høgni Jacobsen, sum í fjør var liðskipari hjá NSÍ, skal komandi kappingarár spæla fyri B68. Partarnir hava undirskrivað ein eitt ára sáttmála
KÍ hevur fingið nýggjan málverja. Andras Gango hevur skrivað undir sáttmála, sum ger at hann verjir KÍ-málið í 2012
Lutakastið um fjórðingsfinalurnar í Champions League hevur júst verið. AC Milan skal spæla móti FC Barcelona. Drigið varð eisini um hálvfinalurnar
Við einum 3-2 sigri á Fleyr vann Mjølnir í kvøld fyrstu finaluna av trimum