- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grind
Tey, sum vóru í grind í Havn í gjár, fingu 0,2 skinn í part. Grindin, sum varð býtt í drápspartar, var 51 hval, sum tilsaman vóru 343,5 skinn.
Fyri lítlari løtu síðani legði ein grind beinini í Sandágerði. Finnbogi Midjord, sýslumaður, metir grindina vera 50 hval.
Av politistøðini verður sagt, at grindin er uttanfyri Glyvursnes, og ætlandi verður hon hildin til í Sandágerði.
Grindin, sum var funnin fyrr í dag, legði beinini á Gøtusandi, tá klokkan var farin nakað av 15. Talan var um einir 150 hval.
Um ein hálvan tíma ella so, verður grind hildin til í Gøtu. Ilt er at meta um støddina á grindini, men hon er ikki lítil, halda grindaformenn
Boðini frá sýslumanninum eru tey, at grindin er mist burtur. Tí er grindaboðið avblást
Grind er funnin suður úr Mjóvarnesi, ætlanin er at reka grindina til Havnar