- Tíðindi, mentan og ítróttur
8 teir bestu jólafilmarnir
Skrivað hevur: Eydna Maria Jacobsen
Eitt tað besta við jólum, eru allir teir góðu filmarnir, sum hoyra til. Manglar tú okkurt, at fáa tíðina fram til jólar at ganga við? So er at lesa víðari!
Her eru 8 jólafilmar úr ymiskum filmsbólkum.
Kærleiksfilmar
The Holiday (2006)
Tvær kvinnur, ein amerikonsk og ein bretsk, sum báðar eru troyttar av hjartasorg, vilja sleppa vekk, og velja tær tí at skifta um heim, so tann bretska fer til USA, og tann amerikanska fer til Onglands. Ímeðan tær halda jól í ymiskum pørtum av heiminum, møta tær báðar nýggjum fólki og nøkrum heilt serligum monnum.
Ein góður kensluborin filmur við sera góðum leikarum.
Love Actually (2003)
Í hesum filmi fylgja vit nógvum ymiskum fólki í kærleikslívi teirra um jólini. Ein sera stuttligur og fittur filmur, við øllum frá barnakærleika, vinakærleika og ótrúgvskapi.
Kendir sjónleikarar sum Liam Neeson, Keira Knightley, Rowan Atkinson, og nógvir aðrir, leika við í hesum filmi.
Familjufilmar
The Polar Express (2004)
Ein drongur, sum er við at missa trúgvina á Jólamannin, fer á eina ferð við toki til Norðpólin saman við nógvum øðrum børnum. Drongurin møtir nøkrum áhugaverdum fólki á ferðini, og tá tey endiliga náa fram til Norðpólin, aftaná ein drúgvan toktúr, síggja vit um drongurin fer at trúgva á Jólamannin aftur. Ein fittur og spennandi filmur, sum er góður til tað barnsligu sálina.
A Christmas Carol (2009)
Ebenezer Scrooge, ein syrgiligur og keðiligur maður, verður vitjaður av 3 andum. Fortíðsandin, nútíðsandin og framtíðsandin, sum vísa honum hvussu syrgiligt hansara lív er, og hvussu hann má broyta tað.
Filmurin var fyrst útgivin sum søga av Charles Dickens í 1843. Søgan er sera kend, og er blivin gjørd til film nakrar ferðir. Hesaferð er tað sami maður, ið hevur gjørt The Polar Express, sum hevur gjørt sína útgávu av søguni. Sum við The Polar Express, so er eitt dapurt huglag yvir filmin, men enn ein læruríkur filmur.
Skemtifilmar
Julefrokosten (2009)
Ein danskur skemtifilmur, um jólaborðhaldið hjá bilverkstaðnum Holgers Auto. Fólkini drekka eitt sindur ov nógv til hetta borðhaldi, og tað gongur bara galið.
Ein ordiliga stuttligur filmur við skemtileikarum, sum til dømis Mick Øgendahl.
Krampus (2015)
Hesin filmurin er um Krampus, tann ónda jólamannin. Hevur tú hoyrt frumsøgnina um hann? Jólamaðurin gevur teimum, sum skikka sær pent gávur, meðan Krampus kemur og revsar tey, sum hava skikkað sær illa, og ikki trúgva á Jólamannin. Í hesum filminum fylgja vit einari familju sum verður plágað av Krampus, og síggja hvussu tey klára seg.
Hetta er ein blanding av skemti og ræðufilmi, so um tær dámar ótraditionellar jólafilmar, so er hesin kanska akkurát fyri teg.
Klassikarir
Home Alone (1990)
Jólafilmurin, sum vit øll kenna og aldrin verða troytt av. Home Alone er um ein drong, sum verður gloymdur eftir heima, tá ið familjan fer at ferðast á jólum. Meðan hann er einsamallur heima, eru tjóvar ið halda húsini vera tóm, og ætla tí at bróta inn, men Kevin McAllister, høvuðspersónurin, dugir nógvar snildur, og vit síggja hvussu hann klárar seg ímóti tjóvunum.
The Nightmare Before Christmas (1993)
Tim Burton hevur sett sítt kenda dám á hesa blandingina av einum Halloween og jólafilmi.
Í Halloween Town búgva øll skrímslini tú kanst ímynda tær, og ein av teimum er Jack Skellington. Hann er vorðin troyttur av Halloween, og vil tí royna at halda jól, men tí at hann er úr Halloween Town, so dugir hann ikki serliga væl, og skilur ikki meininga við jólum.
Ein góður klassikari við nógvum kendum sangum til filmin.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |