- Tíðindi, mentan og ítróttur
Adventskalendarin: Míni læruríku jól
Eg havi nú seinastu vikurnar framleitt ein adventskalendara til hvønn sunnudag í advent, har fólk vísa fram teirra heldur øðrvísi og kanska eitt sindur meira spennandi jól.
Íslendsku jólini
Fyrst gjørdi eg ein við íslendsku Sunnu, ið fortaldi um íslendsku jólasiðirnir. Tað var mega skeg, tí Ísland og Føroyar líkjast so nógv, men so allíkavæl ikki. Tey hava t.d. 13 jólamenn og jólamennirnir hava eina mammu, sum etur óskikkilig børn. Eisini hevur mamman eina kettu, ið etur børn. Men har eru eisini líkleikar til føroysku jólahøgtíðina; á jólum eta tey hangikjøt, ið minnir nógv um ræst kjøt, sum fleiri eta her.
Hoyr fyrsta partin her
Skilsmissu jólini
Síðani gjørdi eg ein um mína vinkonu Simonu, ið hevur skild foreldur. Tað var áhugavert at hoyra um hvussu nógv planlegging liggur í tí, at halda jól, tí eg havi sjálvur foreldur, ið eru saman. Men hóast eg kanska hevði ein fordóm, um at tað kanska er keðiligt, at skula skifta í millum, so vísti Simona, at tað slett ikki er so.
Hoyra seinna partin her
Amerikansku jólini
Til triðja part fekk eg Tóru Isholm, at gera eina samrøðu við Marin Brandsdóttir, ið hevur búð og hildið jól í Amerika. Eg helt meg kenna alt til amerikansk jól, tað eru jú tey, vit síggja í Home Alone og so nógvum øðrum filmum. Men jólini eru ikki so uppgjørd og yvir stásilig, sum tey síggja út í filmunum.
Hoyr triðja partin her
Læruríku jólini
Til fjórða part hevði eg nógv hugskot. Eg vildi gera eina samrøðu við eina dulnevnda gentu, ið fær jólahjálp hvørt ár. Hetta væntaði eg fór at vera spennandi og øðrvísi at hoyra um, men hon ásannaði mær, at hennara jól vóru akkurát líka sum hjá teimum, ið ikki fáa jólahjálp. Tey ótu dunnu, rísingreyt og fingu pakkar, akkurát sum øll onnur. Hetta vísir bara hvussu gott arbeiði tey á Barnabata gera, fyri at fáa øll at fáa eini so góð jól sum gjørligt.
Eg hugsaði eisini at gera eina samrøðu við vegetarar, ið ikki eta dunnu, gás ella ræst kjøt á jólum, bert brúnkaði eplir og reyðkál. Hetta virkar í mínum eygum ótrúliga keðiligt, men tað hildu tey eisini um mín jólamat.
At enda blivu hugskotini ov nógv, og eg kundi ikki velja. Hesar vikurnar hava verið ótrúliga læruríkar og míni jól eru ikki líka spennandi afturímóti. Vit halda jól hjá onkrari ommu, eta dunnu, rísalamande og drekka føroyskar sodavatn, og opna pakkar sama tíðspunkt hvørt ár. Tey mest vanligu jólini nakrantíð. Ikki tí, eg eri ótrúliga takksamur fyri at eg kann sleppa at halda so góð jól í Føroyum og saman við báðum mínum foreldrum og familju. "Vanlig jól" eru slett ikki so galin.
Tað er ótrúligt, hvussu vit í einum so lítlum landi, við bert 50.000 íbúgvum, kunnu hava so nógv ymisk og fjølbroytt jól.
Gleðilig jól<3
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |