Hví verða ung ikki vald á ting?

Hví verða ung ikki vald á ting?
"Ung eru ein stórur prosentpartur av føroyska fólkinum, og tí eiga vit faktistiskt at hava rættiliga nógv umboð í løgtinginum. Men vit hava ongan."
30.10.2017 - 20:14

Skrivað hevur Katrin Joensen-Næs

 

Í Føroyum eitast vit at hava eitt umboðandi fólkaræði. Hetta merkir, at løgtingið skal avspegla samansetingina av fólkinum – bæði í mun til aldur, til kyn, til øki í landinum, sosialt o.a.

Men í 2017 eru kvinnur sterkt undirumboðaðar. Eingin, sum situr, er undir 35 ára gamal, og tey flestu eru væl fyri - tað vil siga, at har sita fá frá arbeiðarastættini.

 

Eitt tingfólk verður valt, so viðkomandi kann arbeiða fyri áhugamálinum hjá sínum valbólki. Men av tí at einki tingfólk er sett at arbeiða fyri áhugamálunum hjá til dømis ungum, so verða okkara áhugamál ikki umrødd á tingi.

 

Áhugamál, sum betri lestramøguleikar, fleiri íbúðir og betri kor til lærlingar verða sjálvdan tikið upp á tingi, og av tí verða tey ongantíð gjørt nakað við.

 

”Eingin tekur sær av hesum beint nú, tí tey, sum sita á tingi, standa ikki sjálvi í trupulleikunum. Teirra vínkona hevur ikki júst fingið barn og vil flyta frá foreldrunum. Teirra besti vinmaður er ikki ein lærlingur, sum er um at knekka mitt yvir, tí lærlingarlønin er ófantaliga lá.” sigur Tráin Petursson Nónklett.

 

Røddin hevur hesa ferð tosað við Tráin Petursson Nónklett og Kristiannu Winther Poulsen.

Tráin er politiskt aktivur fyri Unga Tjóðveldið, og stillaði upp til býráðsval í 2016, sum 21 ára gamal, men slapp ikki inn. Kristianna er løgtingskvinna, og situr fyri Javnaðarflokkin.

 

Hóast hettar er ein stórur trupulleiki, hví tosa vit ongantíð um tað?

”Har er helst eitt sovorit máttloysi. Tað er so sjáldan roynt, at ein ungur situr í løgtinginum. Mann hevur ongantíð upplivað, at eins egnu áhugamál verða umrødd. Eg giti, at hjá nógvum følist tað, sum tað er líka mikið hvør verður valdur, tí eingin hjálpir sær.” sigur Tráin Petursson Nónklett.

 

Hvussu fer samfelagið at broyta seg, um ung fólk sleppa framat?

”Eg trúgvi, at um fleiri ung fólk sótu í løgtinginum, so høvdu fleiri pengar verið settar av til millum annað eitt betri lestrarlív í Føroyum.” sigur Tráin Petursson Nónklett.

 

Politikkarin Kristianna Winther Poulsen sigur:

  • Um eitt ungt fólk á tingi dugir at tosa sína søk og søk teirra ungu, og harvið fáa okkum eldru sannførd um, at hansara ella hennara hugskot eru røtt og eiga at verða gjøgnumførd, hevði hetta eisini sæst aftur í samfelagnum.

  • Eg haldi, at nógv evni eru á dagsskrá í hesum døgum, sum ikki hava verið serliga nógv frammi áður - sum til dømis týdningurin av at umhvørvið og náttúruverja, fyri bara at nevna tvey av hesum evnum. Eg haldi, at hetta millum annað snýr seg um, at fleiri ungfólk eru í landinum og vilja ávirka tað samfelagið, tey búgva í.

 

ÓBÚGVIN OG ÓROYND

 

Ofta sigur man, at ung eru óbúgvin og óroynd. Tess er tað ikki hóskandi at hava ein ungan, sum skal taka so avgerðandi avgerðir, sum ein tingmaður skal. Men hvat ger í veruleikanum ein góðan tingmann? Og kann ein ungur hava hesar eginleikar?

 

KRISTIANNA:

 

  • Tú skalt hava eina góða kontakt við tey grundvirði, sum tú stendur fyri. Tú skalt vera erlig um, hvør tú ert og hvat tú vilt. Eg haldi eisini, at greið tala er viktig - ikki ov nógv uttanumtos og heit luft. Tað kann eg ikki tola. Vilji og hugur til at arbeiða og at seta seg inn í mál, sum ofta eru innviklað, skal til. At halda út og ikki geva upp er viktigt, og tú skalt eisini vera rættiliga treisk við hvørt. Tú skalt duga at vera ósamd, og tú skal tíma nógvar og drúgvar fundir um mál, sum møguliga ikki hava tína hægstu raðfesting og mesta áhuga, men sum kortini eru stórur partur av tínum arbeiðslívi. Og ja, eitt ungfólk kann saktans hava hesar eginleikar. Sjálvandi.

TRÁIN:

  • Eitt gott tingfólk er ein, sum hevur nakrar greiðar hugsjónir og vil arbeiða fyri tær. Hetta kann ein ungur akkurát líka væl sum ein eldri. Um ein 20 ára gamal verður valdur, kunnu tey akkurát tað sama umboða sín veljarabólk, sum ein 55 ára gamal. Tann sum er tjúgu verður helst valdur, tí hann vil arbeiða fyri betri lestrarmøguleikar, meðan hin, sum er 50, verður valdur fyri t.d. at arbeiða fyri fiskivinnuna. Báðir hoyra til á tingi.

 

ALLIR HAVA SAMA JAKKA

 

 

Um man hyggur at einum arki við øllum tingmonnunum síðu um síðu, so er tað hetta svarta jakkasetti, gráa hárið og kallkynið sum gongur aftur.

 

Um hettar sigur Tráin:

  • Haha, ja teir hava næstan allir sama jakka.

  • Tey eru bara 33 tingfólk í tinginum. Tey eiga øll at umboða ymisk ting, og tilsamans eiga tey at umboða alt fólkið. Kvinnur eru sjálvar við til at menn eru yvirumboðaðir í løgtinginum. Ung fólk eru við til at eldri fólk eru yvirumboðaði. Vit mugu byrja at atkvøða fyri onkrum, sum vil verja okkara egnu áhugamál. Kanska eru hesir gráhærdu menninir bara eitt trygt og vanabundið val. Mann hevur sæð teir í sjónvarpinum gjøgnum allan sín uppvøkstur. Og man hevur hoyrt teir í útvarpinum.

 

BURDI VERIÐ LÍKA TÝDNINGARMIKIÐ SUM SINUSRELATIÓNIN

 

Í ár, 2017, er fyrstu ferð nakrantíð at fólkaskúlarnar undirvísa í samfelagsfrøði í framhaldsdeildini.

”Tað er ein stórur trupulleiki at man ikki hevur havt samfelagsfrøði í fólkaskúlanum. Uttan tað fakið, hevur man ongar fortreytir fyri, at vita hvussu alt hettar hongur saman. Sjálvandi skal man vita hvussu samfelagið riggar, og hvussu man kann broyta tað. Tí serstakliga í Føroyum hevur mann møguleika fyri at gera ein mun. At hava eina basisvitan um politikk, burdi verið líka týdningarmikið, sum at duga at sinusrelatiónina.” sigur Tráin Petursson Nónklett.

 

KRANSAKAKUFIGURAR

 

Ung fólk verða altíð koyrd á vallistan hjá teimum politisku flokkunum, men eingin verður nakrantíð valdur. Um hettar sigur Tráin:

  • Tað virkar fyri mær, sum teir politisku flokkarnir ikki leggja nógv í at fáa umboðan av ungum. Tað virkar sum flokkarnir bara koyra onkur ung uppá listan hjá sær fyri at pynta, men í veruleikanum hjálpa tey teimum ikki nóg væl.

  • Fyri at blíva valdur, mást tú fáa tíð úti í miðlunum, so fólk kunnu koma at kenna teg og tí tú stendur fyri. Um tú ikki sleppur framat, so er nærum ógjørligt at blíva valdur. Til dømis eru kvinnur ikki nóg væl umboðaðar. Men í dag er tað nógv betur enn tað hevur verið. Tað broyttist tá ið man tók kvinnurnar í nógv størri álvara, og tær sloppu fram í miðlunum. Tað vísti seg at rigga.

  • Um ung á sama hátt blíva tikin seriøst, so fer stór broyting at koma í. Vit vilja ikki bara vera kransakakufigurar á einum lista.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.