- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klumma: Opinbart okay 'to grab them by the pussy'
Mikumorgunin vaknaði stórur partur av vesturheiminum upp við einum ringum smakki í munninum. Trump hevði gjørt tað ótrúliga og vunnið forsetavalið í USA. Meðan vantrúgvin royndi at seta seg, byrjaðu vinir og kenningar skjótt at gera um seg á facebook. Kanska ikki av tilvild vóru tey flestu ónøgd og beinleiðis skelkað, men tó vóru fleiri, sum fagnaðu úrslitinum. Av eini ella aðrari orsøk gjørdist eg illa við. Gamaní vit skulu kunna rúma hvørjum øðrum, men onkursvegna føldi eg, at Trump hevði gjørt seg inn á nøkur grundleggjandi virðir, sum eru so týdningarmikil at halda fast í.
Blinda eygað
Kanska botnaði henda kenslan í, at so nógv hava vent blinda eygað til. Hesin maðurin heldur, tað er okey at 'grab them by the pussy', tá honum lystir, men HEY! hann ætlar at byggja ein múr millum USA og Meksiko, so er alt gott. Ivaleyst er undirtøkan eisini treytað av, at hann hevur torað at sagt akkurát tað, sum hann heldur. Tað er skilligt, at nógv eru troytt av, at politikkarar ofta eru hálir og vilja tekkjast fjøldini, men tað ger hesi til tíðir ógvusligu sjónarmiðini ikki í lagi bara tí, hann torir at siga sína meining. Tað ger hann gott nokk til eitt erligari menniskja, men tað hevur ikki neyðturviliga nakað gott við sær. At útala seg rasistisk, sexistisk, harðrent ella okkurt heilt fjórða bjóðar ikki beinleiðis til ein konstruktivan dialog, har vit kunnu læra av hvørjum øðrum og finna felags loysnir og felags stev frameftir.
'Hann sigur tað bara ógvusliga'
Oftani hevur verið próvført, at 'hann sigur tað bara so ógvusliga, men hann meinar tað heilt sikkurt ikki so'. Hvussu veitst tú tað? Og er tað eitt argument fyri, at tað er í lagi at niðurgera kvinnur, meksikanarar og fólk við aðrari trúgv enn kristindómi? Tað tykist torført at síggja, hvussu hesin boðskapurin kann rættvísgerast, um tað bert koma fleiri arbeiðspláss ella ein høgur múrur. Tað ber tíverri ikki til at bara pilka burturúr, og so ikki velja tann minni góða partin av øllum pakkanum. Veljarin velur allan pakkan, og tí má veljarin eisini taka ábyrgd fyri øllum pakkanum. Verður tað tikið undir við einum sovorðnum persóni, so hevur veljarin eisini góðtikið, at tað er 'okay' at 'grab them by the pussy'. Tað er so eisini í lagi, at koma við sexistiskum og ónærisligum viðmerkingum til kvinnur í almenna rúminum, og brúka teirra kyn ella útsjónd heldur enn evni, til at niðurgera tær. Tað er eisini í lagi at spjaða fremmandahatur og skilna millum 'okkum' og 'hini'.
Við eini sovornari samrøðu er tað ógvuliga skjótt, at menniskju verða ómenniskjaliggjørd – og tað ger tað lættari at vera kaldur og kyniskur móti teimum. Tey eru ikki longur menniskju, men bert objektir, sum royna at oyðileggja harmoni'ina. Tað fer vónandi ikki at fara so langt, at veljarin nú til hvørt val skal krossa fingrar fyri, at fáa ein amerikanskan forseta, sum góðkennir grundleggjandi rættindi og virðir síni medmenniskju uttan mun til kyn, rasu, trúgv ella seksuella orientering.
Veruleikin er sjálvdan einfaldur
Veruleikin er sjálvdan einfaldur, og til ber als ikki at lýsa viðurskiftini kring amerikanska forsetavali til fulnar í eini klummu, og tað er heldur ikki ætlanin. Desperatiónin í amerikanska samfelagnum er stór, nú tá amerikanski dreymurin tykist fjarður, og tí vinnur lyftið um fleiri arbeiðspláss. Amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, segði tað so væl í eini grein í Politikken her fyri, at vreiðin hjá arbeiðarastættini og fólkinum uttan fyri býirnar hevur verið undirmett. Tey føla seg ikki hoyrd av politisku skipanini, og fyri tey kann Trump ímynda eina uppgerð við politisku skipanina og umboða eina vón um eina nýggja byrjan. Fyri okkum hinumegin atlantarahavið hevur amerikanska forsetavalið sett nøkur evni á breddan, sum eru líka viðkomandi í Evropa sum í USA.
Lat okkum ikki gloyma søguna, og harvið undirmeta vandan við at spjaða harðrendan retorik og fremmandahatur. Lat tað heldur ikki verða gloymt, hvussu langur og harður bardagin fyri javnrætti og einum rúmligum samfelag hevur verið og framvegis er.
Men um orka ikki er til at taka støðu, ber til, um ikki annað, at gleðast um, at dollarin nokk fer at fella eitt tíðarskeið og at so ber til at sleppa ein bíligari shoppingtúrar til New York!
Hoyr eisini klummuna hjá Guðrun her
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |