- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ummæli: konsert í heimsklassa á Gøtusandi
Skrivað hevur Tóra í Stórustovu
Ein hevur ikki sloppið undan at hoyrt donsku songkvinnuna MØ tað seinasta árið. Hon er vorðin ein av størstu tónleikarunum, ið Danmark eigur, og hevur ligið ovast á altjóða hittlistum, síðan hon legði rødd til mega-hittið Lean On í 2015. Tit kenna sangin, omma kennir sangin, øll kenna sangin.
Ein tíma áðrenn konsertin byrjaði, var tað longu fitt av fólki á sandinum. Sum minuttirnir gingu, byrjaði sandurin at fyllast, og beint áðrenn konsertin byrjaði var sandurin fullari, enn hann hevur verið tey seinastu árini.
Dansur, dansur og meira dansur
MØ legði út við nýggjasta staklagnum hjá sær, Nights With You, ið fekk fjøldina við frá allar fyrstu løtu. Hon brúkti allan pallin og syrgdi fyri, at hon sá øll, og at øll sóu hana. Fleiri ferðir gjøgnum konsertina fór hon av pallinum og heilt niður til áskoðararnar. Hon virkarði lívlig, við uppá tað, og sum um hon tímdi at spæla.
- Tað er so snedigt at veksa upp og hoyra so nógv um Føroyar, men aldrin hava verið her, og síðani at koma og føla seg so vælkomnan, túsund takk, fekk hon sagt við fjøldina.
Síðani komu teir róligu sangirnir, teir, ið ikki líka nógv kendu. Ofta verður hetta til ein "snooze-fest", men akkurát her dugdi hon sera væl at fáa fólk við, so at tey ikki keddu seg, hóast tey kanska ikki dugdu løgini.
Eitt, ið eg hoyrdi fleiri áskoðarar kring meg nevna, var mátin, MØ dansaði uppá. Hon dansaði akkurát, sum hon hevði hug til. Rørslurnar fylgdu tónleikinum, og hon legði ikki í, hvussu tað sá út. Øðrvísi, eitt sindur løgið, men forbannað kul!
Heimsklassa framførsla
Hóast ljóðið summar tíðir kann vera svingandi á sandinum í Gøtu, so riggaði tað avbera væl gjøgnum alla konsertina. Hon sang sjálv og ljóðaði akkurát líka, sum hon ger á fløgunum hjá sær. Smávillur, men tað gjørdi tað bara eitt vet meira ektað og riggaði, á ein háttt væl, til hennara ópoleraða look.
Trummuspælið verði eg eisini noydd at nevna. Tað var feilfrítt. Sera dugnaligi trummusláarin livdi seg inní tað, eins og flestu trummusláarar gera, og tað riggaði knasandi væl.
Avslappaða Karen Marie (MØ), íklædd Nike-bh og retro-klæðir kundi ikki havt passað betur inn í G!
Eg gevi tí MØ 6 av 6 uppibornum R'um.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |