- Ja til lívið, ja til at vaksa

- Ja til lívið, ja til at vaksa
Ummæli av dansisýningini “Wisdom from the roots” í Norðurlandahúsinum 14. november. Ein áhugaverd vinkling av norrønu gudalæruni, men við einum ov seinum tempoi til at fanga málbólkin, “zappara generatiónin”
16.11.2017 - 20:00

Skrivað hevur: Iðunn Tótudóttir

 

Sýningin byrjar við, at kvinnuliga frásøgufólkið, á donskum, greiðir okkum frá, hvat vit kunnu vænta næstu minuttirnar.

 

Í miðjuni á pallinum eru hvítir skíggjar settir upp at mynda ein bul á einum træi. Hetta er “Yggdrasil”, lívsins træ, har nornurnar halda til. Vit skulu nú á eina ferð saman við “dronginum” sum “eins væl kundi verið eg, ella tú”.

 

Ferðin byrjar við grønlendskum barkasangi. Ljóðini koma frá einari húkandi, samankropnari silhuettu. Sangurin fær hárini at reisa seg.

 

Fyrstu ferð vit hitta “drongin” (Búi Rouch) er uttan fyri viðarbulin. Hann sær nornurnar inni í trænum, sum spinna lívstráðin hjá menniskjunum.

 

Bulurin minnir um eitt rúmdarfar á pallinum, ljóð og ljós effektirnar eru “aliensligar”, og skíggjarnir reflektera gull. Drongurin verður drigin inn í træið, og bulurin letur seg upp.

 

Inni í trænum møtir drongurin einari nornu. Hann roynir at toga tráðin, hon heldur í hondunum, til sín. Tey stríðast um hvør sín enda, og tráðurin verdur ein liður millum tey. Rørslurnar eru seigar og rútmiskar, og drongurin verður vavdur inn í tógvið.

 

Nornan handar at enda dronginum lívstráðin, og hann stendur einsamallur eftir. Ørkymlaður við fullum føvningi av tráði, hann ikki veit, hvat hann skal gera við.

 

Frásøgurøddin fortelur nú um brunnin hjá Mimiri, sum hon kallar “gudin av analytiskari vitan”.

 

Vit hoyra um, hvussu menniskjuni hava gloymt kensluliga partin av sær sjálvum og einans leita til Mimir eftir lívserfaring. Hetta førir vid sær, at tey gerast “kroppar uttan eina sál”.

 

Nú er drongurin saman vid einari kvinnu (Jenny Scinkler) og einum manni (Mike Thomsen). Grøna ljósið úr brunninum rúnarbindur tey, og tey standa starandi vid rygginum til áskoðararnar.

 

Brádliga varnast vit eina rúgvu av hvítum maskum/skortum aftan fyri skíggjarnar. Maskeraða kórið syngur stutt og óhugnalig ljóð. Ljóðini verða fleiri, rytman títtari, og dansararnir byrja at røra seg. Rørslurnar eru impulsivar, men kortini mekaniskar og endurtakandi. Tey dansa í sirklum, tætt upp at hvørjum øðrum, tó er tað sum um, at tey ikki varnast hvønn annan.

 

Maskeraða kórið kemur gangandi, hokið, yvirum pallmyndina, og dansaranir hvørva aftan fyri múgvuna.

 

Vit áskoðarar fáa ein hvøkk, tá maskurnar, allar í senn, brádliga venda sær út í salin og hyggja at okkum.

 

Frásøgurøddin fortelur um krúnuna á Yggdrasil og ørnina, sum situr á toppinum. Við røturnar býr ormurin Níðhøggur. Drongurin er í tvístøðu ímillum hesi bæði, deyðan og lívið.

 

Um hann ikki er varugur vid deyðan, so livir hann ikki lívið fult út.

 

Viðurkennur hann deyðan, so gerst lívið dapurt og meiningsleyst.

 

Kortini sigur hann “ja til lívið, ja til at vaksa”.

 

Vit hoyra veingjasuð, og ørnin (Jenny Scinkler) trínur inn á pallin. Hon flaksar argandi rundanum dreingin. At byrja við ræðist hann hana, men so byrjar hann at herma eftir rørslunum hjá henni, og tey dansa lið um lið. Rørslurnar skilja seg meira og meira, og dansurin verdur lættur og dynamiskur. At enda dansar dronginum heilt sjálvstøðugur og verður tann, ið stýrir. So frystir myndin, og ørnin hvørvur.

 

Ormurin kemur nú krúpandi inn á pallin. Drongurin hoknar saman, følnar sum ein blóma, tættari sum deyðin nærkast honum. Rørslurnar hjá dronginum eru ófrívilligar, og hann verður drigin runt á pallinum í einari intimari duet við deyðanum. Hann endar við at liggja lívleysur á gólvinum í miðjuni.

 

Júst sum vit vænta, at ferðin er liðug, reisir drongurin seg aftur og stillar seg í miðjuna, mitt ímillum deyðan og lívið.

 

Bulurin letur seg aftur um tey. Uttan fyri træið stendur ein norna og hyggur út á áskoðararnar.

 

Sýningin vardi í 45 min, men seina tempoið gjørdi, at hon føldist nógv styttri. Stemningurin var dapur og álvarsamur allan vegin ígjøgnum og eg hevði ringt við at halda fokus í longdini.

 

Summir av karakterunum virkaðu til at mangla eina funktión í søguni og høvdu ikki dýpdina sum kravdist til at fanga ein. Deyðin var lýstur á einfaldan hátt, sum óndur og oyðileggjandi. Maskeraða kórið var mystiskt og ringt at flætta inn í søguna. Nornan var málað grøn í andlitinum, og passaði eftir mínum tykki illa inn í minimalistisku heildarmyndina sýningin annars hevði.

 

Lívið myndað sum ein tølandi dansarinna riggaði sera væl, og duettin millum ørnina og drongin var uttan iva hæddarpunktið í sýningini. Skuggadansurin riggaði væl, og samanspælið millum tónleikin og koreografiina var gott.

 

Eg haldi tað var spell, at framførslan ikki gav áskoðarinum meiri rúm til tulking av søguni. Boðskapurin í søguni var tó avgjørt relevantur. Søgan lýsti væl eitt innara stríð og eina áhaldandi leitan eftir rótfesti í lívinum.

 

Hóast nevndu veikleikarnar var talan um eina tankjavekjandi, góða framførslu.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.