- Tíðindi, mentan og ítróttur
Býar- og bygdafólk húsvill í Gøtu
Skrivað hevur Anita Hermansdóttir Eidesgaard
Har var long bíðirøð til at fáa armband til tjaldingarøkið, tí teltið, har armbond verða givin út, var seinkað. Har vóru fleiri, sum fóru glað inn á tjaldingarøkið, tí tað var eydnast teimum at fáa armband, men tó eisini nógv, sum fóru til gongu avstað aftur, eftir at hava staðið í røðini leingi, uttan armband. Hetta, tí tað ikki bar til at fáa armband til tjaldingarøkið uttan eitt vikuskiftispass til festivalin.
Flestu gestirnir gista á tjaldingarøkinum og ætla sær at fáa tjaldingar-armband skjótast gjørligt. Tað burdi tí verið møguligt at komið inn alt kvøldið, um ikki allan festivalin. Tað var tó nakað, ið hevði borið til fyrr á kvøldinum, tí tað var loyvt tá. Tað var tó ikki nakað, sum bleiv upplýst nakrastaðni, og tað eru fleiri, sum eru á G! fyri fyrstu ferð og tí ikki vita hetta. Tað kann vera, at tað hevur verið so øll árini, men tað er rættiliga keðiligt at koma allan vegin til Norðagøtu og ætla sær á tjaldingarøkið, men til fánýtis.
Fleiri høvdu gloymt vikuskiftispassið heima, og sluppu tí ikki inn. Harafturímóti hildu summi, at tað ikki burdi bilað nakað, at ikki hava tað við sær, tá ið ongar konsertir eru mikukvøld á G! festivalinum, og tá øll verða verandi á tjaldingarøkinum.
So er spurningurin, um tey hava havt møguleikan at klintra upp um hegnið, ella eru heppin nokk at sova aðrastaðni í bygdini. Eitt er víst, og tað er, at tað ikki er stuttligt fyri onnur býar- og bygdafólk at verða húsvill í Gøtu.
Tað er einki at ivast í, at hetta er ein regla, sum fær fólk at hugsa, at tað bert er fyri at vinna pening. Tí flestu vita, at ballið er best á tjaldingarøkinum mikudag, men tónleikurin er tó hinir dagarnar á festivaløkinum. Møguliga er tað fyri onkursvegna at tryggja sær, at tjaldingarøkið ikki verður ein ov stórur miðdepil á festivalinum, men tað verður tað hóast alt fyri tey ungu.
Tá umboðsfólk fyri G! vórðu spurd um trupulleikan, ið sendi festivalgestir heim aftur, var svarið bert: ”soleiðis er tað bara!”
So til tykkum øll, sum ætla sær á G!, tað hevði í øllum førum verið smart at havt tykkara vikuskiftispass við!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |