Viljað sloppið at spælt á G! í 10 ár

Mynd: G! festival
Viljað sloppið at spælt á G! í 10 ár
Vit fingu orð á danirnar handan bólkin Suspekt, ið langt um leingi sluppu at spæla á festivali í Føroyum
15.07.2017 - 18:36

Skrivað hevur Tóra í Stórustovu

 

Friggjakvøldið leveraðu danirnir handan bólkin Suspekt eina feita, lívliga og nokk so NSFW konsert á Gøtusandi. Vit fingu orð á teir tveir rappararnar Emil Simonsen og Andreas Bai Duelund beint eftir konsertina.

 

 

Verið her fyrr

Hetta var ikki fyrstu ferð, Suspekt spældu í Føroyum. Í 2008 spældu teir í einum diskoteki í Havn. Hetta, søgdu teir, var nakað heilt annað.

 

- Hetta umhvørvið, altso, har er einki feitari. Eg trúgvi ikki, at har er ein vakrari festivalur at spæla á í øllum heiminum, segði Emil Simonsen, ein av rapparunum í bólkinum.

 

 

Hildu sær frá, at ikki steðga á til framførsluna

Vakra útsýnið frá sandinum gjørdi vaksnu mannfólkini frá Suspekt púra málleysar. Teir vildu vera við, at tað ikki kom fyri serliga ofta.

 

- Vit tosaðu um tað beint eftir konsertina, vit høvdu hug at steðga á allatíð fyri at hyggja at umhvørvinum. Fjøllunum, sjónum, øllum. So hugsaðu vit, at fyri áskoðararnar er hetta gerandiskostur, og at teir nokk høvdu skitið á tað, flentu teir.

 

- Halló, altso, vit koma frá heimsins flatasta landið, ljóðaði tað frá Andreas Bai Duelund.

 

 

Greinin heldur fram undir myndini ...

 

 

Fingu ikki upplivað tað stóra

Suspekt og teirra stóra manning komu til Føroya hósdag og flugu longu heim aftur fríggjadag, fáar tímar eftir konsertina. Av tí sama fingu teir ikki upplivað tað stóra av landinum.

 

- Vit hava verið øgiliga, øgiliga fullir, segði Emil skemtandi, vit hava etið skerpikjøt, grind, spik og rullipylsu sum timburmannamat, segði Andreas.

 

 

Bønað og biddað um at spælt á G! í tíggju ár

Mitt í konsertini fingu teir nevnt, at teir høvdu bønað og biddað um at spælt á G! í meir enn tíggju ár.

 

- Vit hava sæð myndir frá okkara vinfólkum, ið hava spælt her. Tað sá pissi feitt út, og sjálvandi vildu vit eisini sleppa her upp at spæla. Tað er líkasum okkara einasti lítli kjansur at føla okkum sum verðinsstjørnur. Hatta har við at fara umborð á flogfør og flúgva til eitt annað land, tað er ikki nakað vit uppliva vanligt. Um vit ferðast "langt" í Danmark, ja, tað er eini 5/6 tímar við bussi. So at taka flogfar til eitt annað land, og so skilja tey okkum her eisini, tað er svakt, segði Emil.

 

- Ja, tað var ringt at stýra gleðini og spentleikanum umborð á flogfarinum, legði Andreas afturat.

 

 

Greinin heldur fram undir myndini ... 

 

 

Vilja sleppa aftur næsta ár

Teir báðir rappararnir vistu als ikki, at teir høvdu fjepparar í Føroyum. Tað, at fólk í útlandinum sungu við til teirra sangir, lýstu teir sum nakað heilt stórt.

 

- Um vit kundu komið aftur næsta ár hevði tað verið heilt sjúkt. Kunnu vit ikki gera tað til eina siðvenju? Um fyriskipararnir á G! lesa hetta: kunnu vit ikki gera tað til eina siðvenju?, segði Emil Simonsen at enda.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.