Hassj í Rúsuna?

Mynd av netinum
Hassj í Rúsuna?
Tráin Petursson Nónklett vil vera við, at ein skipað søla av hassji er tryggari enn at lata privatfólk taka sær av tí. Aksel Berg er ósamdur og heldur, at tað hevði økt um nýtsluna
22.03.2017 - 19:30

Í gjár vórðu fimm kilo av hassji smuglað til Føroya umvegis Norrønu. Tveir ungir menn fingu ávikavist 10 og 11 mánaðar fongsulsrevsing. Hetta er langt frá fyrstu ferð, at fólk í Føroyum verða revsað fyri at smugla hassj. 

 

Tráin Petursson Nónklett heldur, at tíðin er komin til at gera hassj lógligt í Føroyum. Hann metir tað vera skilagott við eini skipaðari sølu av marihuana úrdráttum í Rúsuni.

- Vit fáa ikki steðgað tí, og tá er nógv frægari, at landið fær eina inntøku av søluni, sum síðani kann brúkast uppá t.d. heilsutilboð. 

 

Hann leggur afturat, at almenn søla av hassji er tryggari enn at lata privatfólk taka sær av tí, umframt at løgreglan kann fokusera meira uppá sterkari rúsevnir, sum koma til landið. 

 

- Undir einari skipaðari sølu av marijuana ber eisini til at kunna brúkaran um t.d. hvussu sterkt THC'ið er, sum kann samanlíknast við prosentið í alkoholi, sigur Tráin. 

 

Aksel Berg metir tað hinvegin ikki vera skilagott at lóggilda hassji í Føroyum. Hann leggur dent á, at tað hevur eina sera negativa ávirkan á heilsuna. 

 

- Ein gerst lætt bundin at hassji, sum kann oyðileggja heilamenningina hjá ungum, sum tí kunnu fáa langtíðarárin so sum trupulleikar við minninum, initiativi og arbeiðsførleika, sigur Aksel. 

 

Aksel vísir eisini á eina amerikanska spurnakanning millum skúlanæmingar, sum vísti, at tann uppfatanin, næmingar høvdu av vandunum við hassjmisnýtslu, hevði beinleiðis samband við framtíðar nýtsluna av hassji. 

 

- Um vit velja at loyva hassji, so verður hetta ein meira vanligur partur av gerandisdegnum og samfelagsmyndini. Soleiðis fer tað at fáa størri aksept m.a. millum ung, og hetta fer at økja um møguleikan fyri, at fleiri ung fara at nýta hassj. 

 

 

Hvat halda tit? Skal hassj vera lógligt ella ikki?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.