Hash hevur onga ávirkan á skúlagongd og IQ

Hash hevur onga ávirkan á skúlagongd og IQ
Sambært bretskari kanning, hevur hash ikki neiliga ávirkan á IQ ella skúlagongd hjá einum tannáringi, sum roykir cannabis
24.01.2016 - 23:00

Tannáringar og cannabis


• ‘Journal of Psychopharmacology’ almannakunngjørdi henda mánaðin eina kanning, har víst verður á cannabisnýtsluna hjá einum bretskum tannáringi.

 

 • Royndarfólkini, ið høvdu roynt cannabis færri enn 50 ferðir, høvdu ikki øðrvísi úrslit í IQ og innlæring, samanborið við tey, ið ongantíð høvdu roynt evnið.

 

 

Fyrr í januar varð bretska kanningin almannakunngjørd, har royndir vóru tiknar av 2.235 tannáringum í 15-16 árs aldrinum, ið høvdu roynt cannabis 50 ella færri ferðir innan eitt ár. Kanningin vísti, at tey, ið høvdu roynt rúsevnið, ikki høvdu øðrvísi læringarevni ella IQ enn tey, ið ikki høvdu roynt cannabis.

 

Trine Ry, ið er leiðari innan rúsevnisráðgeving, sigur tó, at kanningin ikki skal vísa á, at ung áttu at roykt cannabis. Hon leggur tó aftrat:

 

- Tað er áhugavert, hvussu nógvir fordómar eru mótvegis cannabis, tí vit hava lyndi til at halda, at tað hevur negativa ávirkan.

 

Torført at skilmarka, nær nýtslan er reglulig

 

Claire Mokrysz, ið er Ph.d.-lesandi, hevur verið við til at gjørt kanningina, og sigur, at sterkar niðurstøður um tær neiligu effektirnar av cannabis eru óvísindaligar og grundaðar á ov lítla vissu. Tað kann føra til, at tannáringar, ið nýta cannabis, verða órættvíst lítilsvirdir. 

 

- Er nýtslan meira reglulig, byrjar tað at fáa avleiðingar restina av lívinum: Tað ávirkar læringarevnið, evnið til at savna seg, og tað kann eisini gera tað torført at koma upp um morgunin.

 

- Tó er eingin føst skilmarking á, nær cannabis-nýtslan er reglulig, men í ‘Center for Rusmiddelforskning, Aarhus Universitet’ verður mett, at reglulig nýtsla er umleið 10 ferðir um mánaðin. Er mann í iva um, hvørt mann er bundin av cannabis, verður mælt til at hyggja eftir, um roykingin gongur út yvir heimaarbeiði og uppmøting í skúlanum, og um mann hevur torfort við at koma upp um morgunin.

 

Claire Kokrysz sigur eisini í eini grein í ‘The Guardian’, at cannabis-nýtarar í royndini høvdu roykt lutfalsliga lítið, men at hon vónar, at kanningin kann geva eitt meira fjøltáttað kjak um evnið.

 

Kelda: Mx.dk

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.