Húsarhaldsskúlin: Tann størsti parturin av skúlagongdini er at vera sjálvstøðug

flokkurin til brandskeið
Húsarhaldsskúlin: Tann størsti parturin av skúlagongdini er at vera sjálvstøðug
Ronja Weihe er 19 ár og gongur á HF í Hoydølum. Áðrenn hon fór í Hoydalar, gekk hon á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík. Røddin hevur tosað við hana um hennara upplivilsi við, at ganga á hesum øðrvísi skúlanum
14.03.2017 - 10:15

Húsarhaldsskúlin er ein skúli í Klaksvík, hesin skúlin bjóðar skeið, sum eru frá septembur til februrar. Á hesum skeiðunum lærir tú t.d at gera mat, seyma, brodera, og húsarhald sum heild. Næmingarnir á skúlanum kunnu búgva har frá sunnukvøldi til fríggjadag hvørja viku, teir skulu sjálvir vaska síni klæðir og syrgja fyri, at skúlin er ruddiligur.

 

Sjálvt um bæði kyn kunnu ganga á skúlanum, eru tað vanliga bara gentur, sum ganga á skúlanum. Men hetta sær Ronja ikki sum ein vansa, henni dámdi væl, at mann kundi ganga ílatin, akkurát sum mann vildi, og allar genturnar vóru eisini líka fittar, sigur hon. Hon hevur fingið nógvar vinkonur, og tað var ringt at fara frá skúlanum, tá skeiðið var av.  

 

- Tað er heilt fantastiskt, hvussu gott samanhaldið er á skúlanum. Næmingar, lærarar og náttarvaktirnar verða sum ein lítil familja. Næmingarnir eru saman allatíð, og tað hevur sínar fyrimunir og vansar. Mann er saman um alt, bæði góðar og minni góðar løtur. Hetta ger, at bandið ímillum næmingarnar verður sterkari. Mann sleppur at vera júst tann, sum mann er, sigur Ronja.

 

Ronja valdi at fara á húsarhaldsskúlan, av tí at hon sá tað sum ein gyltan møguleika at taka eitt pausu ár, áðrenn hon fer á miðnám. Tað var eingin trupulleiki hjá henni at flyta til Klaksvíkar at ganga í skúla, og hon helt tað vera gott at sleppa úr Havnini í eina tíð.

 

- Eg broderaði turriklæði og fyriklæði til føroysk klæðir, eg lærdi at gera fínan mat, ikki bara pasta og mikroovn mat. Men eg lærdi mest um meg sjálva. Ein tann størsti parturin av skúlagongdini var at vera sjálvstøðug. Eg havi fingið vinkonur fyri lívið, og fantastisk minnir, sum eg aldrin fari at gloyma. Ikki minst havi eg fingið fús at fara á miðnám, sigur Ronja.


 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.