- Tíðindi, mentan og ítróttur
Snarskeið í at skriva BV3
Skrivað hevur Iðunn Tótudóttir
Nú styttist til, at 3.g’arir kring landið skulu lata BV3 uppgávuna inn. Røddin tosaði við Fríða Slættalíð, sum skrivaði sína BV3 fyri einum ári síðani. Hann gav okkum nøkur ráð til, hvussu tú best ber teg at.
- Hav eina tíðarætlan fyri skrivingina
- Tað stóra málið við BV3 er sjálvandi at fáa uppgávuna gjørda so góða sum gjørligt, men tað kann vera ringt at halda yvirlitið, um tú allatíð fokuserar uppá tað stóra málið. Tí er tað týdningarmikið, at tú hevur nøkur smærri mál, sum tú vil røkka, ið fevna seg yvir dagin ella tíman.
- Ein tíðarætlan kann verða eitt yvirlit, sum sigur, at hesi tíðpunktini skrivi eg um hesi evni, ella tíðarætlanin kann fara meira í smálutir. T.d kanst tú hava løtur, har tú bara skrivar alt, sum kemur í høvdið uttan at hugsa um rættstaving o.a.
- Skil ímillum skriving og frítíð
- Tað er týdningarmikið at hava ein skilnað millum skriving og frítíð. Hjá mær virkaði tað væl at leggja alt samband við umheimin frá mær, meðan eg skrivaði. Tað vil siga sløkkja telefon, Facebook og alt tað. Endamálið við hesum er at hava eitt klárt sinn,meðan tú skrivar.
- Tá tú so ikki skrivar, er tað gott at duga at traðka burtur frá uppgávuni og gera okkurt, sum einki hevur við uppgávuna at gera.
- Halt døgnrútmuna, hóast tað er freistandi at sova leingi
- Tað er gott at royna at fara tíðliga upp um morgnarnar at skriva, tí tá er sinnið fríkst og úthvílt.
- Brúka automatisku funktiónirnar á word, meðan tú skrivar
- Tey teknisku og formligu amboðini á word eru týdningarmikil. Til dømis síðuuppsetan og automatisku funktiónirnar til yvirskriftir, innihaldsyvirlit, sitat og bibliografi. Allarhelst hevur tú fingið vegleiðing í nýtsluni av teimum, men tað er eisini týdningarmikið, at tú brúkar amboðini, meðan tú skrivar. Soleiðis sleppur tú undan at skula leita ymiskt fram í uppgávuni í síðstu løtu og stríðast við at fáa uppgávuna skrivaða á rættan formligan hátt.
- Ver avgjørd/ur generelt
- Ver avgjørd/ur við háttalagnum, sum tú brúkar og møguliga skriva háttalagið í innganginum. Ver avgjørd/ur í nýtsluni av sitatum og spyr læraran, hvat ið er fyritrekt
- Ikki skriva uppgávuna frá A-Z
- Tá eg var komin til síðstu dagarnar av BV3-tíðarskeiðinum, var tað torført at finna motivatiónina til halda á at skriva. Tá eg las uppgávuna aftur mánaðar seinni, helt eg, at hetta kundi síggjast aftur.
T.d vóru partarnir ikki líka langir og kundu kanska verið kreativari. Tað kann vera klókt at hava meiri fleksibilitet millum partarnar, meðan tú skrivar.
- Fá onkran at rættlesa uppgávuna
- Til mína breytarverkætlan fekk eg ongan at rættlesa uppgávuna fyri meg, tí vóru eisini nógvar stavivillur og fleiri orðingar, sum kundi verið betur.
- Hetta er sjálvandi keðiligt, tí í ringasta føri verður samanhangurin ella boðskapurin í setninginum mistur. Tí kann tað viðmælast at fáa sær ein rættlesara.
- Ver sjálvkritisk/ur, men lít á teg sjálva/n
-Tá man situr hesar tvær vikurnar, kann tað oftani kennast kaotiskt. Tað var eisini mín uppfatan av BV3, tá eg var liðugur. Tá eg so nakrar mánaðir seinni las uppgávuna, fann eg útav, at mesta av uppgávuni var, sum eg ynskti hana at vera.
Í síðsta enda mást tú bara líta á tína egnu evnir men sjálvandi við sjálvkritikki.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |