OMGYes: Interaktiv frálæra í orgasmu

Kvinnur kenna ikki sín kropp nóg væl, og tað vil OMGYes broyta / mynd: OMGYes
OMGYes: Interaktiv frálæra í orgasmu
OMGYes skal fáa kvinnur at læra meir um sín egna kropp - einsamallar ella saman við einum partnara
12.03.2017 - 17:30

"Hetta er orsøkin til, at kvinnur eru glaðari í dag enn fyri 70 árum síðani", sigur heimasíðan Elle um forritið. OMGYes er eitt forrit, sum tú kanst keypa til tína snildfon, teldu ella padd. Endamálið við OMGYes er, at kvinnur skulu læra sín kropp betur at kenna - og tað skal munna út í, at fleiri kvinnur uppnáa orgasmur. 

 

Forritið er ment í Amerika og kann ikki keypast sum app, tí Apple loyvir ikki pornografiskum tilfari. Sambært National Survey og Sexual Health and Behaviour - sum er ein kanning av seksuellu heilsuni hjá amerikanarum - fingu 91% av teimum spurdu mannfólkunum orgasmu, seinastu ferð teir høvdu sex. Men bara 64% av teimum spurdu kvinnunum søgdu seg hava fingið orgasmu, seinast tær høvdu sex. Ta gjónna vil OMGYes minka um.

 

"OMGYes skal læra menn og kvinnur um orgasmuna hjá kvinnuni", siga tær báðar kvinnurnar, sum hava ment forritið. 

 

Forritið er ment útfrá eini spurnarkanning, har 2000 kvinnur millum 18 og 95 ár verða spurdar, hvussu tær njóta best. Sambært mennarunum kann forritið tí avdúka heilt nýggjar mátar at stimulera kvinnur uppá. 

 

Hygg her, hvussu forritið riggar:

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.