- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvir 1000 donsk ung ákærd fyri barnaporno
Skrivari: Simona Kárvør Gaini
Seinastu dagarnar hava yvir 1000 donsk ung fingið bræv frá ríkispolitinum viðvíkjandi einari tvey ára gamlari barnapornografiskari upptøku, ið tey eru ákærd fyri at hava sent runt.
Talan er um størstu samskipaðu politiatsóknina móti barnaporno nakrantíð. Atsóknin verður nevnd ”Operation Umbrella”.
Upptøkan er av eini gentu og einum drongi, ið bæði vóru 15 ára gomul, tá ið hendingin fór fram, og hetta er tí ólógligt, sambært revsilóg § 235, ið ljóðar so:
”Efter straffelovens § 235, stk. 1, straffes den, som udbreder utugtige fotografier eller film, andre visuelle gengivelser eller lignende af personer under 18 år, med bøde eller fængsel indtil 2 år eller under særligt skærpende omstændigheder med fængsel indtil 6 år.”
Higartil eru yvir 100 avhoyrd, og nógv eru eftir.
Kunnu ikki arbeiða í barnagarði ella ferðast til USA
Verður tú dømdur fyri útbýting av barnaporno, fær tú ein plett á barnaváttanina í minst 10 ár. Hetta merkir, at tú ikki kanst arbeiða í barnagarði ella vera fótbóltsvenjari, møguliga ikki ferðast til USA.
Hóast tú kanst vísa eina reina barnaváttan eftir eitt ávíst tíðarskeið, hvørvur pletturin aldrin hjá politinum.
Tey ákærdu eru frá øllum donskum politiøkjum uttan Bornholm. Eisini í Grønlandi er ein ákærdur, men ongin í Føroyum.
Vóna eina samfelagsbroyting
Danski løgmálaráðharrin Søren Pape Poulsen hevur sagt seg vóna, at hetta verður eitt wake-up call til tey ungu. Hóast hann hevur samkenslu við teimum ákærdu, noyðist hetta at fara fram, fyri at miðja ímóti einari varandi samfelagsbroyting.
Sakin hevur havt stóra ávirkan í Danmark í seinastuni. Rybners, ein samanlegging av ungdómsútbúgvingum í Esbjerg, hevur fingið ein løgfrøðing at halda fyrilestur um fylgjurnar við at deila slíkar upptøkur og myndir, og sum heild hevur nógv kjak verið um evnið.
Keldur:
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |