- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soleiðis eita flogførini hjá Atlantic Airways
Atlantic Airways kunngjørdi stutt síðani, at flogførini hjá teimum skuldu fáa nøvn, og tískil varð ein kapping gjørd fyri at finna tey bestu nøvnini til flogførini. Tey trý flogførini og tær tvær tyrlurnar fingu navn í dag, tann 20. desember 2016.
Trý fólk í nevndini
Tað vóru tey trý, Jonhard Mikkelsen, Marna Jacobsen og Brigir Kruse, ið skuldu avgera, hvørji nøvn skuldu gevast til flotan hjá Atlantic. Tað komu 600 uppskot inn, so trupult var at velja hvørji nøvn skuldu brúkast. Tvey onnur, ið hjálptu at velja nøvnini, vóru Jóhanna á Bergi og Niels Mortensen. Saman komu tey fimm til eina niðurstøðu.
Vælkend nøvn
Øll uppskotini kundu deilast upp í 4 bólkar: Fulgaheiti, blómuheiti, nøvn úr gomlu norrønu mentanini, og nøvn á navnframum fólkum.
- Tað er rættiliga natúrligt at geva einum flogfari fuglanavn, tá ið hugsað verður um líkskapin millum tann natúrliga og tann mannskapta fuglin. Og nógv hildu tað vera tann eyðsýndasta møguleikan, segði Jonhard Mikkelsen í røðuni, sum hann helt í hangarinum fyrr í dag, tá nøvnini skuldu kunngerast.
- Blómuheitini vóru nógv – her var stórt úrval av vøkrum føroyskum plantunøvnum. Summi teirra við ávísum súmbolskum týdningi. So komu øll tey norrønu nøvnini fyri, gudar og gyðjur og jatnar og teirra heimar. Men hini Norðurlondini hava brúkt øll hesi nøvn so leingi í so mongum samanheingi, at vit hildu, at tey kunnu bara eiga tey.
Jonhard sigur at enda:
- Síðan koma vit til ein bólk, sum er stórur – tað eru navnfram fólk, úrmælingar, sum stinga seg burtur úr rúgvuni.
Orsøkin til, hví júst hesin bólkurin varð valdur, er tí at vit í Føroyum eiga nógv fólk, ið hava gjørt mun í føroyska samfelagnum, og øll nøvnini eru tengd at ávísum økjum, ávísum pørtum av landinum og ávísum tíðarskeiðum.
Nøvnini verða kunngjørd
Tá løtan so endiliga kom til, at nøvnini skuldu avdúkast, vóru øll sum á nálum.
- Og so er løtan komin at avdúka nøvnini:
Flogfarið, sum vit allir føroyingar hava fingið í dag, nevnist: William
Annað flogfarið eitur: Elinborg
Triðja flogfarið eitur: Ingálvur
Tær báðar tyrlurnar hava fingið nøvnini:
Sámal og Ruth
Síðani endaði Jonhard Mikkelsen við at fortelja, hvørjir teir hepnu vinnararnir vóru
- og hepnu vinnararnir eru:
Alvin Joensen, Heri Nolsøe, Kinna Poulsen og Páll Oddur Rubeksen.
Einki av teimum uppskotunum frá vinnarunum høvdu øll 5 nøvnini í sær, so valt var at velja fleiri vinnarar. Tey fingu hvør í sær tveir ferðaseðlar á rutunetinum, og 3.000 krónur hvør.
Mynd av flogførunum, tyrlunum og nøvnum teirra
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |