Ummæli: Kloakkluktur og pannukøkuroykur á Summar Festivalinum

Ummæli: Kloakkluktur og pannukøkuroykur á Summar Festivalinum
Kloakkluktur luktaði langa leið. Matúrvalið var veldigt. Útlendsku høvuðsnøvnini fangaðu ikki tey ungu. Páll Finnur Páll bleiv avlýst. Tjaldarar høvdu vátar og góðar dagar
10.08.2016 - 00:30

Kloakkluktur luktaði langa leið. Matúrvalið var veldigt. Útlendsku høvuðsnøvnini fangaðu ikki tey ungu. Páll Finnur Páll bleiv avlýst. Tjaldarar høvdu vátar og góðar dagar

 

Kloakk luktaði langa leið

Beint við campingøkið stinkaði langa leið av kloakk. Tveir teir fyrstu dagarnar var veðrið fantastiskt, og somuleiðis vóru fantastiskar umstøður hjá kloakkluktinum at spjaða seg. Nøkur børn sigldu seg eisini føst í kloakkfasta taran fríggjakvøldið, og var tað um reppið, at tey sluppu leys aftur. Hetta er ólekkurt. Fyriskiparar og kommuna áttu at loyst hendan kloakktrupulleika ongantíð ov skjótt.
 


Sera vakurt, men her luktaði illa

 

Breitt úrval av mati

Matstøðini høvdu ymiskt at bjóða. Eta var størsti útbjóðarin við ymiskum mati og hevði eisini nakrar sjarmerandi matbussar. Men tað var eisini møguligt at vera lokalur og fara inn í Maverick ella pylsuvognin beint yvir av Maverick. Trúføstu kvinnurnar í pannukøkubúðini seldu eisini angandi

 

LES EISINI: Röddin ummælir mat á Summar Festivalinum

 

Høvuðsnøvnini fangaðu ikki tey ungu

Fleiri høvdu skránna á tungu. Hon var vánalig – í øllum førum fyri tey ungu. Summar Festivalurin roynir at raka øll, men vansin er tá, at tú rakar ongan. Cliff Richard hevði eitt fínt show og fína konsert, hóast hann er farin um pensjónsaldur. Hann sang seg ivaleyst inn í hjørtuni hjá eldra ættarliðnum, meðan tey ungu høvdu góðar dagar og gott pláss í øltjaldinum.

 

Tá Highasakite spældu, hoyrdist tosið millum mannamúgvuna betur enn tónleikurin. Tónleikurin er ov ókendur, og fólk vóru ikki áhugað.

Boyzlife høvdu eitt fínt show, men tað mesta av tónleikinum var playback. Tað er kiksað.

 

LES EISINI: - Feitt at Cliff Richard hitaði upp fyri okkum

 

Harafturímóti vóru føroysku nøvnini nógv betri og festligari. Eitt nú høvdu Danny & the Veetos eina ótrúliga góða konsert á Vágsbøi hóskvøldið, og 200 høvdu eisini eina festliga konsert í tjaldinum fríggjakvøldið. Avlýsta konsertin hjá Páll Finnur Páll leygarkvøldið hevði ivaleyst eisini verið góð...


Danny & the Veetos høvdu eina feita konsert hóskvøldið

 

Tjaldarar vóru vátir og mettir í ár

Í fjør var eftirlitið alt ov strangt. Tjaldararnir vóru bæði turrir og svangir, tí tað var ikki somikið sum loyvt at hava ein vatnsopa ella eina turra breyðflís við inn á økið. Alt skuldi keypast.

Í ár var tó vent í holuni. Alkohol og vætu, sum ikki var í glasfløskum, og allan mat kundu tey hava inn við sær. Takk fyri tað, søgdu væl nøgdir tjaldarar, sum eisini vóru sera fegnir um sentrala tjaldingarøkið.

 

Tjaldararnir vóru glaðir, at teir sluppu at hava egna vætu við inn á tjaldingarøkið, men vóru tó verri hýrdir, tá illveðrið kom. Fleiri pakkaðu tí saman og leitaðu sær turrari stað. 
 


Tað varð ov vátt fyri summi

 

Campingøkið er spjatt út

Føroya størsti campingfestivalur hevur mist eitt kempistórt øki, tí nýggir bygningar verða bygdir. Av tí sama var campingøkið spjatt út á nógv ymisk og smærri øki. Tað er ikki tað sama lívið í økinum av tí sama. Tó var tað sera hugnaligt.

 

Enn eina ferð forstýraði veðrið

Fyrireikararnir høvdu hugt eftir veðurvánunum fyri leygardagin, tí longu fríggjakvøldið eftir konsertina hjá Boyzlife varð kunngjørt, at Signar í Homrum skuldi byrja ballið heldur enn at enda tað. Men fyrireikararnir hugdu ikki nóg væl eftir veðurvánunum. Ella satsaðu teir ov nógv. Konsertin hjá Kristinu Bærentsen mátti steðgast, og alt bleiv flutt inn í tjaldið ístaðin. Hetta hevði við sær, at eitt nú konsertin hjá Páll Finnur Páll bleiv avlýst. Var lítið á skránni fyri tey ungu frammanundan, so bleiv hon skerd munandi meira orsakað av illveðrinum leygarkvøldið.

 

Veðrinum fær mann ikki vart seg fyri, men fyrireikararnir kundu satsa minni og broytt skránna fyrr, so ongar konsertir blivu avlýstar. Kanska kundi Summar Festivalurin fingið sær ein veðurfrøðing upp í toymið, tí eftir hondini hevur illveðrið ofta herjað á í Klaksvík, og konsertir eru avlýstar í síðstu løtu.

 

Glaserað súrepli og heimablíðskapur

Summar Festivalurin er sera hugnaligur. Tað er eitt sindur bygdasligt, men hugnaligt við klistraðum, glaseraðum súreplum og poppkorni. Blíðskapurin millum klaksvíkingar trýtur heldur ikki. Mann verður boðin inn til ein kaffimunn ella nátturðabita her og har. Hýrurin er góður, og mann hevur betri hug at njóta selskapið hjá hvørjum øðrum enn at renna til konsertir. 


Heimablíðskapur

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.