Dag 2 á Wacken: Regn og føroyskur málmur

Dag 2 á Wacken: Regn og føroyskur málmur
Tað oysir niður. Teltið er fuktigt. Vælkomin á Wacken.
05.08.2016 - 14:45

Ikki nokk við at festivalurin er stórur, og tað er langt at ganga, men intranetið er opinbart so forbannað stórt, at einki starvsfólk fær nakað at vita. Vit koma uppá onkran máta fram til staðið, har eg skal fáa eitt pressupass, men har funnu tey ikki mítt navn. Vit verða send víðari til eitt annað telt og so eitt annað. Eftir tveir dagar skilja tey endiliga, at tey hava gjørt ein feil.

 

 

Metal Battle skipanin er hinvegin góð. Tey eru klár við okkara ljóðførum á V.I.P. tjaldøkinum, har vit verða heintað og koyrd til backstageøkið aftan fyri pallin, har bólkurin skal framføra. Tað verður eisini munandi lættari av at tour managarin, Helena Viberg Olsen, er við okkum aftur í ár.

 

 

Her fáa vit alt møguligt at drekka og tíð og rúm til at sminka bólkalimunum. Sminkuna orðnar Helena, meðan Deyði hitar stemmubondini upp. Tað ljóðar, sum var hann djevulin sjálvur, um djevulin var vanur at growla.

 

 

Onkursvegna hevur bólkurin megnað at fingið klæðir frá Barbaru í Gongini. Tað er opinbart her, at málmur og altjóðamóti møtist, og tað sær ekstremt feitt út. Um ljósmaðurin klárar at fylgja við við reyðum ljósi, so er svartmálmsstílurin fullkomiliga fullførdur.

 

 

Vit standa nú aftan fyri pallin, har bólkurin áðrenn okkum spælir við fullum blástri. Á gólvinum eru markeraðir nakrir fýrakantar við hvítum klistri, sum vísa, hvar útgerðin skal standa, meðan vit bíða eftir at sleppa á pallin at gera klárt.

 

Metal Battle kappingin hevur tveir pallar, so tann næsti bólkurin altíð er klárur. Meðan SvartMálm gera klárt, spæla nakrir aðrir sminkaðir menn við síðuna av. Sær og ljóðar eisini rættiliga feitt. Puha.

 

FOKK TAÐ VAR FEITT! So er tað øl. 

 

SvartMálm høvdu eina framúrskarandi, óhugnaliga framførslu. Teir skála og fara beint í eitt annað telt, har ein týskur miðil skal hava eina samrøðu við teir.

 

 

Vit sita nú aftur undir multikulturella takinum á tjaldøkinum, meðan tað regnar rundan um okkum. Næst á skránni er networking og ball. Í dag var ein góður dagur.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.