Phlake: Ein forkunnug uppliving

Mynd: © Per Lange
Phlake: Ein forkunnug uppliving
Mads Bo og Jonathan Elkær eru báðir sera væl nøgdir við vitjanina í Føroyum inntil víðari, og teimum dámdu sera væl at spæla eina heldur øðrvísi konsert á einum sandi mitt úti á Atlantshavinum
15.07.2016 - 16:30

Eitt av høvuðsnøvnunum á ársins G! Festivali er Phlake, sum í gjár framførdu á sandinum í Syðrugøtu. Teir, ið manna bólkin, eru Mads Bo og Jonathan Elkær. Ein framúr konsert við sandinum fullum av fólki, ið sungu við til fangandi løgini.

 

 

Góðar umstøður

Mads og Jonathan eru báðir samdir um, at tað, at spæla konsert á sandinum í Syðrugøtu, er nakað heilt serligt. 

 

- Umstøðurnar her eru heilt ótrúligar. Vit njóta vakra útsýnið frá pallinum og fjøldina av føroyingum, ið eru við uppá tað og syngja við til okkara løg.

 

Altíð droymt um at koma til Føroya

Hóast hetta er fyrstu ferð, at Mads og Jonathan eru í Føroyum, so hava teir hoyrt nógv um oyggjarnar og ímyndað sær, at tað var ein minni útgáva av Íslandi.

 

 

- Líka síðan eg var smádrongur, havi eg altíð droymt um at sleppa til Føroya. Nú eru vit endiliga her, og hóast vit bara hava verið her í nakrar tímar, so eru vit als ikki skuffaðir av vøkru oyggjunum, sigur Jonathan.

 

 

Mads og Jonathan hava enn tveir dagar at uppliva Føroyar í, og umframt at vitja kend støð ætla teir at hava tað stuttligt og fáa so nógv burtur úr Føroyum sum gjørligt.

 

- Higartil hevur hetta verið ein fantastisk og øðrvísi norðurlendsk uppliving. Hetta minnir eitt sindur um Game of Thrones við øllum fjøllunum, sigur Mads. Vit gleða okkum at uppliva meir!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.