GILDIÐ: Fyrstu nøvnini avdúkað

GILDIÐ: Fyrstu nøvnini avdúkað
Elektroniska konsertin heldur fram, størri enn nakrantíð
02.05.2016 - 21:00

Vit hava nógv fleiri og feitari elektronisk tónleikanøvn, enn vit geva okkum far um. Tað hevur TalGILDIÐ víst okkum.

 

Sí myndir frá fyrsta TalGILDINUM

 

2. juli verður tiltakið fyri triðju ferð, og hesa ferð uttanfyri í Tórsgøtu og í Perluni. Áðrenn stóra gildið, verður hetta økið dekkað við einum glastaki. Ver vælkomið summar!

 

Trý nøvn avdúkað

Tað sigst, at listin av framførslum er langur, har ímillum útlendsk nøvn. Av hesum trimum fyrstu eru øll føroysk, onkur er hoyrdur fyrr, og onkur er meira nýggjur. 

 

STESO

Spammaður í útvarpinum, róstur uttanlands, tilnevndur ársins bólkur á FMA 2016. Hergeir Staksberg skapar (saman við nógvum øðrum) ambient, tjillaðan rokk.

 

 

Lover Lover

Filip Mortensen og Petur Háberg spæla feitan, lurtaravinarligan elektropopp. Teir báðir skuldu brádliga hita upp til eina Eivør konsert, og úrslitið hava fólk elskað síðan.

 

 

Mahanna

Duoin, Søren Pedersen og Ann Chanett Danielsen, fer at spæla sína allar fyrstu konsert til GILDIÐ. Tey fáa góða umtalu uttanlands og eru klár at herja á við sínum elektropoppi í Føroyum.

 

Les eisini: Ummæli av seinasta TalGILDINUM

 

Atgongumerki kunnu keypast her!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.