- Tíðindi, mentan og ítróttur
This is Waa: Bárður Næs sendir live heimanífrá hvønn fríggjadag
Tað kann bara vera ein, sum eigur eina sending, ið kallast "This is Waa", og tað er Bárður Næs. Bárður er kendur fyri nógv ymiskt, men mest av øllum fyri at vera púra egin. Eitt sindur hipstarasligur, kundi mann sagt.
Í tvær vikur hevur hann sent live hvønn fríggjadag kl. 13. Hann prátar um alt tað, hann kemur í tankar um, og spælir massar av Orka og annan tónleik.
Lívsjáttandi útvarpsrøð
Á heimasíðuni, thisiswaa.caster.fm, skrivar hann:
- This is Waa er í luftini hvønn fríggjadag klokkan 13.00.
Bárður Næs situr við mikrofonina og avger, hvør tónleikur verður loftborin.
Lurtið hvønn fríggjadag klokkan 13.00 og eina løtu frameftir. This is Waa fer at broyta títt lív. So einfalt er tað.
Hoyr sendingina við at trýsta á leinkið omanfyri.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |