RøddinLive: Fiskivinna, au-pair í Fraklandi og tannlæknavitjan

RøddinLive: Fiskivinna, au-pair í Fraklandi og tannlæknavitjan
Blóðga, strámaður og uppboðssøla er ofta nevnt, men kennir tú orðini? TalGILDIÐ flytir inn aftur í Perluna. Ein føroysku ung kvinna er au-pair í Fraklandi, meðan Torbjørn fer til tannlækna. Tune in klokkan 20 í kvøld
01.04.2016 - 19:30

Tað er aftur í fríggjakvøld, og RøddinLive fer í luftina - tó klokkan 20.

 

At blóðga, ein strámaður og uppboðssøla. Orðini eru kend, men kennir tú týdningin? Vit spyrja Sigmar Bláberg, tíðindamann, hvat hesi og fleiri onnur fiskivinnuorð merkja.

 

Leygarkvøldið verður TalGILDIÐ aftur í Perluni, har elektrotónleikurin hertekur føroyska pallin. Vit fregnast, hvat fyriskiparin heldur um føroyskan elektrotónleik og hetta tiltakið.

 

Í Fraklandi eta tey baguette og drekka vín – og tað ger Sissal Drews Hjaltin, sum er au-pair í Fraklandi, eisini. Fleiri taka eitt fríár frá skúla fyri at arbeiða. Millum vanligastu arbeiðplássini eru barnagarður, frítíðarskúli og fiskavirki. Sissal valdi kortini nakað heilt annað. Hon fór til Fraklands sum au-pair. Vit fregnast, hvussu tað er.

 

Minst til at busta tenninar! Hvussu ofta hava vit ikki fingið ta áminningina gjøgnum ár og dag? Torbjørn setur seg í stólin hjá tannlæknum. Og tá hann ikki gapar og sigur "AAAAAHHH," prátar hann við tannlæknan um tannrøkt. 
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.