Tríggjar bumbur brostnar í Brússel

Tríggjar bumbur brostnar í Brússel
Minst 26 fólk hava latið lív eftir tvær spreingingar á Zaventem-flogvøllinum
22.03.2016 - 11:15

Tvær sjálvmorðsbumbur vórðu sprongdar í Brússel í morgun. Ein triðja spreinging hevur verið á undirgrundarjarnbreytini í Brússel. Spreingingarnar á flogvøllinum fóru fram klokkan átta lokala tíð, ímeðan tann triðja spreingingin fór fram umleið ein tíma seinni.

Enn er ikki váttað, um talan er um yvirgangsatsóknir.

 

Stúrt er fyri fleiri spreingingum, og tí eru ferðafólkinini á flogvøllinum flutt burtur. Øll tokferðsla til og frá Zaventem-flogvøllinum er av tí sama fyribils steðgað.

 

Niðanfyri sæst sjónbrot av ferðafólkum, ið flýggja av Zaventem-flogvøllinum:

 

Hóast talið ikki er váttað av belgisku myndugleikunum, boða lokalu fjølmiðlarnir frá, at minst 26 fólk hava latið lív, og fleiri enn 136 fólk eru komin til skaða.

 

Umheimurin vísir sín stuðul á sosialu miðlunum við at nýta hashtaggið #BruxellesMaBelle (Brússel mín vakra).

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.