Tríggjar dagar við hijab: dagur 3

Tríggjar dagar við hijab: dagur 3
Eg væntaði at fáa fleiri eygu og fleiri viðmerkingar, men ístaðin møtti eg mínum egnu fordómum
11.03.2016 - 17:30

Eg eri á veg heim frá bindiklubb. Tær hildu allar, at hetta hijab-projektið bæði er kul, frískt og spennandi, men tær kundu ikki funnið uppá sjálvar at gingið við hijab í tríggjar dagar.

 

Tá eg siti saman við fólki, eg kenni, er næstan eingin munur á. Vit flenna eitt sindur í byrjanini, men aftaná eina løtu, havi eg gloymt, at eg havi á høvdinum. Ikki fyrr enn eg reisi meg og av tilvild gangi framvið einum spegli og síggi meg sjálva, verði eg kløkk og flenni so eitt sindur: Hvør er handan daman við turriklæði? Hugsi eg og blinki til mín sjálvs í speglinum.

 

Nakrar kvinnur við hijab standa við busssteðgistaðið á Amagerbro. Allar tríggjar hava eina svarta hijab. Men tað er opinberliga eisini móti nú, havi eg hoyrt – og tað er tí, at eg gangi við eini reyðbrúnari og ikki eini svartari hijab – tær svørtu vóru útseldar. Tær hava allar eitt róligt eygnabrá, ímeðan eg fari fresandi framvið við míni hvítu súkklu uttan kurv.

 

Tað er ótrúligt, eg havi sæð nógvar kvinnur við turriklæði seinastu dagarnar. Tað er ivaleyst sum við kvinnum, ið eru við barn, sum knappiliga byrja at síggja aðrar kvinnur, sum eru við barn. Vit leita eftir okkara egnu spegilsmynd í fjøldini.

 

Og alt fyri eitt dugi eg at síggja, hvar mín egni trupulleiki liggur: Eg síggi ikki hesar kvinnur vanligt. Tær eru als ikki ein partur av mínum gerandisdegi. Tær eru fremmandar. Og grundin til, at eg havi verið so flóv av at ganga við hijab, er sjálvandi tí, at eg ikki plagi at ganga við tí vanligt, men mest av øllum, tí hijabin og kvinnurnar við teimum eru mær ókendar.

Eg royni sum øll onnur at vísa meg frá mínu politiskt korrektu síðu – deila og leika antirasistiskar greinar, og skræða meg um rasismu og onnur niðurbrótandi viðurskifti. Og tað er eisini fínt. Men størsti trupulleikin er, at eg bara geri trupulleikan globalan ístaðin fyri at gera trupulleikan lokalan.

 

Eg seti súkkluna í kjallaran og skundi mær upp ígjøgnum trappurnar. Bláa hurðin fer upp, tá ið eg snari lyklinum. Eg fari yvir til speglið, síggi meg sjálvan og flenni eitt sindur. Høvdið er heitt av hijabini. Hon verður spakuliga hálað av og løgd í ljósareyða posan. Á posanum stendur ”Islamic Wear – Nørrebrogade 64-66”.

Eg fari í brúsu, har hárið verður skrubbað gullreint. Áh, hetta var gott.

 

 

Eg væntaði at fáa fleiri eygu. Eg væntaði at fáa fleiri viðmerkingar. Men ístaðin møtti eg mínum egnu fordómum. Kvinnurnar við hijab blivu sjónligar í takt við, at mínir fordómar nærkaðust yvirflátuni. Eg havi ongantíð havt nakað ímóti kvinnum við turriklæði, men knappiliga fekk eg nakað ímóti mær sjálvari við hijab.

 

Tað er lættast at speglast í fólki, sum líkjast einum, og tað er eisini lættast at vera saman við fólki, sum líkjast einum sjálvum – og tað er heldur einki galið í tí. Men eg fann útav, at eg havi dovin eygu, dovin oyru og dovnan munn. Eg síggi, hoyri og tosi bara við tey, sum líkjast mær ella tey, sum eg fegin vil líkjast.

Eg helt, eg var opin. Eg helt, eg var fordómsfrí. Og eg helt, at eg sá og mær dámdi munir millum menniskju. Men mín hijab vísti, at eg hevði mistikið meg. Tí eg havi eitt bleikt og homogent gerandisspegl, sum eg meti meg sjálvan og onnur út frá. Eg billi mær inn, at eg leggi í og eri opin fyri fólki, sum eru øðrvísi enn eg. Men aftaná tríggjar dagar við hijab-brillum møtti eg mínum duldu fordómum um tað fremmanda, og eg byrjaði at síggja tey menniskju, sum eg ongantíð havi sæð fyrr.

 

Eg fari ikki at tilnevna nakran at fara í hijab í tríggjar dagar, men eg fari at tilnevna øll, mær sjálvari við, at byrja at hyggja, virða og leita eftir tí, sum er øðrvísi enn ein sjálvur – og at góðtaka og dáma teir munir.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.