- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggjar dagar við hijab: dagur 1
Í speglinum síggi eg meg sjálva. Ímillum fingrarnar havi eg eitt tunt og smásyntetiskt reyðbrúnt plagg. Ein hijab. Sjálvt um eg fekk eina nágreiniliga ílatingarfrágreiðing frá handilskvinnuni í Islamic Wear á Nørrebrogade, so hava bæði høvd, armar og fingrar trupult at fáa turriklæðið at sita ordiligt. Og at fjala alt hárið.
Men aftaná baks, stríð og roks eina løtu situr tað. Eg havi markantar eygnabrýr, myrkar eygnavippur og brún eygu, og sostatt bleiv Kára til Karah.
Fyri at vera heilt erlig so helt eg, at hetta fór at verða piece of cake. Eitt lítið toystykki um høvdið – og tað var tað. Men so skjótt eg fari út um hurðina, kemur ein lítil og ókend ræðsla sníkjandi. Eg hugsi, at hetta møguliga er skítbýtt, og eg havi næstan hug at trekkja í land aftur.
Ein vinkona og eg eru farnar ein lítlan gongutúr. Eg smáflenni tað mesta av túrinum, bæði tí hetta kennist løgið, stuttligt og eisini eitt sindur flóvisligt. Eg eri sera varug við, um fólk á gøtuni hyggja øðrvísi eftir mær. Eg plagi at ganga nógvar og langar túrar, so eg havi nógv at samanbera við.
Fleiri hyggja niður enn vanligt. Tað kann sjálvandi vera orsakað av, at eg ongantíð havi hugsað so nógv um, hvar ella hvussu fólk hyggja.
Tann størsti munurin er tó, at summi hyggja nokk so fast og eitt sindur inniligt eftir mær. Ikki fordømandi, men eitt sindur sum, tá ið eg sjálv gangi framvið einum myrkum manni og smílist fyri ikki at tykjast rasistisk. Sum um eygnabráðið er eitt antirasistiskt ’chek’.
Nógvar kvinnur við turriklæði ganga framvið okkum. Nógv fleiri enn vanligt. Ja, tær eru allastaðni. Eg hyggi eftir, hvønn lit tær hava, hvussu tær hava bundið sína hijab, hvussu nógva fyllu tær hava í nakkanum, og hvussu væl tær duga at fjala nálirnar. Tær síggja allar elegantari út enn eg – sum um tær trívast í síni hijab.
Tríggjar kvinnur við hijab ganga framvið okkum. Tær flenna allar uppá hendan lætta og gentuliga mátan. Eg royni eisini at flenna soleiðis og royni síðani at fáa eygnakontakt við tær. Sum um eg kenni tær, men tær tykjast ikki líka hugtiknar av mær, sum eg av teimum.
Vit ganga framvið fýra smámyrkum monnum, sum standa og práta. Teir hyggja eitt sindur. Munnu teir vilja giftast við mær?
Vit enda inni á eini matstovu á Christianshavn. Lítla og ókenda ræðslan kemur aftur sníkjandi. Eg veit ikki hví. Eg veit veruliga ikki hví – hetta er jú bara eitt lítið toystykki um høvdið. Eg kundi verið farin í eina húgvu og fjalt akkurát tað sama. Men hetta er øðrvísi. Hijabin súmboliserar nakað – nakað, sum eg ikki ordiliga dugi at finna meg til rættis við, nú eg eri í henni.
Hetta er heitt at vera í. Hon strammar um hálsin. Og hárið byrjar at skriða.
Leffe Blonde stendur á matskránni, men eg tori ikki ordiliga at bíleggja mína yndis øl. Eg haldi, at eg eri bangin fyri at stoyta onkran. Eg veit ikki hvønn, bara onkran. Tað verður vatn við sitrón.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |