- Tíðindi, mentan og ítróttur
Geytafilmar og onnur tiltøk í NLH
Januar mánaður í Føroyum er ofta rættiliga myrkur, kaldur og óintressantur. Jólini eru júst farin framvið, útisetar aftur farnir av landinum, og mappan er ógvuliga svong eftir allar seðlarnar, hon mátti spýta út til høgtíðina. Men stúr ei.
Í kvøld ber aftur til at síggja filmarnar, sum vóru í uppskoti til virðislønina Geytan í 2015. So stórur áhugi var fyri Geytakvøldinum, at Norðurlandahúsið hevur gjørt av at vísa allar 10 Geytafilmarnar umframt aðrar føroyskar filmar – onkur teirra hevur ikki verið sýndur alment fyrr. Sýningin er ókeypis og byrjar kl. 18.00 í kvøld í Norðurlandahúsinum. Á skránni verða:
Annika Dalsgaard: Óvissa
Trygvi Danielsen: Fuck it
Tommy Flavin: Driving to Thule
Kristopher Paterson: Inside Out
Caro Palm: Jóhan
Sebastian Cordes: The Tourist
Viana Mikkelsen: Sofia
Anton Petersen: Balada
Franklin Henriksen og Rúna Ingunardóttir: Alda
Ása Pálsdóttir & Rebekka Eliasen: At liva við tí
Leo Lávík: Birting
Rói Davidsen: Mítt navn er Adam
Dávur Djurhuus: Gakk tú tryggur
Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge: Tunnan
Sára Wang og Maria Winther Olsen: Slitið saman
Sunniva Sundby: Boys
Andrias Høgenni: Stina Karina
Heiðrik á Heygum: Dalur
Norðurlandahúsið skipar eisini fyri øðrum áhugaverdum tiltøkum í januar, og eru fleiri teirra eisini ókeypis.
Tónleikarar á veg - rútmiskt
Í dag kl. 16.00. Hetta er fyrsta konsertin av trimum, har ungir, dugnaligir tónleikarar úr Tórshavnar musikkskúla vísa síni kynstur. Atgongumerki 80 kr.
Barnadansur
22. januar kl. 20.00 skipa Norðulandahúsið og Dansifelagið í Havn fyri barnadansi, ið er eitt afturvendandi tiltak, har bæði børn og vaksin læra seg kvæði og dansa føroyskan dans. Tiltakið er ókeypis.
Fimleikafagnaður
24. januar kl. 15.00 og 18.00. Hesa ferð fara fleiri hundrað fimleikarar at lýsa evnið ‘ein leið’ við rørslum, ljósi og ljóði. Atgongumerki 150 kr., men børn 13 ár og yngri rinda bert 50 kr. til sýningina kl. 15.00.
Stuðulsstovan
25. januar kl. 10-15. Hevur tú sjálv/ur hug at fara undir eina mentanarverkætlan? So ber nú til at fáa persónliga vegleiðing til at søkja stuðul. Bíleggið tíð á inger@nlh.fo.
Orkesturdagar – konsert
26. januar kl. 19.30. Á hvørjum ári savnast eini 150 blásarar úr Tórshavnar musikkskúla til samanspæl, og er konsertin úrslitið av hesum samanspæli. Atgongumerki 50 kr.
Vetrarjazz
28. januar – 31. januar. Hesar dagarnar verður umframt í Norðurlandahúsinum eisini vetrarjazzur í øðrum spælistøðum í Havn. Sí skrá her.
Kópakonan
28. januar kl. 19.30. Kópakonan er nýtt verk, ið Eivør, DR Bigband og DRVokalEsemblet fara at framføra. Konsertin er útseld.
Jazz seinnapartur
30. januar. Ókeypis atgongd.
Kl. 14.00: Sangarakonsert við Mads Mathias, Jensinu Olsen, Højgaard Sisters o.ø.
Kl. 15.00: Sturle Dagsland
Kl. 16.00: Konsert við verkstovuluttakarum, m.a. musikkskúlanæmingum og hornorkesturlimum.
Tiltakið endar við festligari skrúðgongu oman í miðbýin.
Kagadim barnajazzur
31. januar kl. 15.00. Jazzkonsert við Búa Dam og Dánjali á Nestabø. Atgongumerki 50 kr.
Les meira og keyp atgongumerki á www.nlh.fo
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |