- Tíðindi, mentan og ítróttur
Listafólkið: Dan Helgi í Gong

TalGILDIÐ kallaðist tiltakið, ið presenteraði eina rúgvu av dugnaligum, føroyskum elektrotónleikarum. Ein teirra var Helgi í Gong.
Tónleikur og disking
Helgi hevur arbeitt við tónleiki í umleið 16 ár. Farin frá at skapa r'n'b, hip hop og rapp, lýsir hann nú tónleikin sum rátt, ópolerað house. Tó røkkur house sjangran langt, og fer hann ofta út í eitt sýrað huglag, har hann bæði syngur, tosar og flennir yvir síni løg.
Løg hansara kunnu hoyrast á Youtube og Soundcloud.
Mynd: © Hanna Vang
Ljóðið og mótin møtast
Helgi hevur gingið í skúla í Englandi, har hann er útlærdur í commercial music og síðani í ljóðlist.
Millum annað hevur hann gjørt ljóðverk til Soul Made mótasýningina í Eiffeltorninum í 2014.
- Tað riggaði rættiliga væl, av tí at Soul Made var tað einasta merkið, ið breyt frá við klæðunum og tónleikinum. Stílurin gjørdist knappliga ein heilt annar, sigur Helgi.
Avmarkar seg ikki til tónleikin
- Ljóðlist er sum heild ógvuliga breið. Ístaðin fyri at kalla tað, eg geri, tónleik, so kalli eg tað onkuntíð list/ljóðlist. Tað er tí, at so skjótt okkurt er tónleikur, so eru ofta øgiliga nógvar rammur, ið ein skal passa seg inn í. Til dømis hvat slag av tónleiki tað er, ið ein hevur við at gera osfr.
- Sjalvsagt setur ein sínar egnu rammur, men vit fáa allatíðina, tilvitað og ótilvitað, nógvar upplýsingar um, hvat tónleikur er.
- Eg haldi, tað er áhugavert at onkursvegna arbeiða ímóti øllum tí, ein hevur lært ígjøgnum árini. Eitt slag av avvenjing. Til dømis at venja seg av við tann typiska strukturin av einum lagið.
- Um eg skal gerast ordiliga "ljóðlistaligur", so kundi ein sagt, at tann knappliga broytingin av tí typiska strukturinum í tónleikinum (ABAB osfr.) er ein ímynd av tí broytta kynsbýtinum. Bara fyri at koma við einum heilt hypotetiskum dømi.
Oftani er við ljóðlist, sum við aðrari list, at ein arbeiðir við einum evni. Tað vil siga, undir gerð av verkinum, so verður nógv gransking gjørd, og at skapa er ein stórur partur av hesi gransking.
Myndirnar niðanfyri eru frá hansara endaligu ljóðlistaroynd í Englandi.
Framsýningin var í Anghus- Hughes Gallery í Hackney, London. © Lewis Bush hevur tikið myndirnar.
Gender-bending
- Mær dámar væl at seta spurnartekin við kynsnormar, sigur Helgi. Og tað er eisini eitt týðiligt tema í verkunum. Til tað nýtir hann m.a. sín egna kropp í filmum og myndum, og verður tað ofta nevnt í hansara sangum.
Til Youtube filmin #HLMB / He Loves My Body, sum eisini var í endaligu royndini, skrivar hann:
Hetta hoyrnsjónarverkið setur spurnartekin við ta fyritreyt, at vit smíða okkum menniskju gjøgnum rødd, útsjónd, handabrá osfr.
Tá eitt mannfólk bendir hondliðini, so er hann bøssi? Tá ein kvinna spreiðir beinini, tá hon situr, so er hon lesbisk?
...Við íblástri frá modernaðum dansi og popp sangtekstum frá kvinnum við seksuellari tilbiðan mótvegis mannfólki, varpar hetta verkið ljós á, hvussu hetta slagið av tilburði ikki er eyðsýnt (um tað er har yvirhøvur) móti monnum frá øðrum mannfólki.
"He loves my body..." er sanniliga nakað, ið Beyoncé hevði kunna skrivað, men tað gjørdi hon ikki.
"Dan Helgi bjóðar seg fram at kritisera heterogena poppheimin, eins og hann kritiserar okkara uppgávu sum dómarar." (Umsett úr enskum)
Síggj # HLMB / He Loves My Body her!
Helgi er fyri stuttum fluttur heim til Føroya og arbeiðir her við tónleiki, list og øðrum freelance arbeiði.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |