- Tað eru ikki bara gráir skallar, sum dansa

- Tað eru ikki bara gráir skallar, sum dansa
Kvæðamentanin er gomul, og tey ungu vilja vísa, at tað ikki bara eru gráir skallar, ið dansa føroyskan dans. Ung í dansi er nýtt dansifelag fyri ung, ið fyri fyrstu ferð fer at luttaka í sjónvarpsupptøku hjá Kringvarpinum í vetur
15.12.2015 - 21:45

Fyri útlendingum reypa vit um okkara serføroyska mentanararv, nevniliga føroyska dansin. Fyri mong er føroyski dansurin bert ein kunstig mentan, sum vit reypa um. Tí hvør dugir at kvøða uppií Orminum Langa ella Ólavi Riddararós? Gamaní duga fleiri ørindini, sum Týr brúka, men Ormurin Langi telur áleið 84 ørindi, har Týr bert brúka eini tíggju.

 

Tó so, í Føroyum eru kortini fleiri, sum bæði tíma og duga væl at kvøða. Tey flestu eru gomul, men fyri stuttum varð eitt nýtt dansifelag stovnað, Ung í dansi. Endamálið við felagnum er at savna tey ungu kring allar Føroyar at dansa saman.

 

- Vit kunnu ikki bara hava gráar skallar, sum dansa, tí mugu vit hava eitt dansifelag fyri ung. Vit eru jú generatiónin, sum skal bera dansin víðari, siga tey ungu, sum hava tikið stig til at stovna nýtt dansifelag.

 

Nevndin í Ung í dansi frá vinstru: Róða Bødvarsdóttir, Ólavur Syderbø og Petur Óli Koytu Nicolajsen

 

- Tað er meira futtur í okkum ungu

Dansifelagið er júst stovnað og hevur longu nøkur tiltøk á skrá. Tað heilt stóra í løtuni eru sjónvarpsupptøkurnar hjá Kringvarpinum, sum verða í januar. Tey ungu samlast nakrar ferðir at venja fram til upptøkurnar. Av tí at dansifelagið er landsdekkandi, venja tey eisini kring alt landið. Hetta kvøldið er tað í Klaksvík, men tey hava eisini vant bæði í Havn og á Velbastað.

 

- Ung skulu sjálvandi eisini dansa til upptøkur. Vit vilja vísa, at tað ikki bara eru børn og gomul fólk, sum dansa. Tey ungu hava eisini eitt øðrvísi dansilag. Tað er títtari og nógv meira futtur í okkum ungu í mun til tey gomlu.

 

Til venjingarnar eru nøkur, sum dansa við pappíri. Undir vanligum umstøðum er tað strangliga bannað – tað er ikki uttan orsøk, at kvæðini í føroyskt pensum verða flokkað undir skaldskap av mannamunni. Tó so, kvæðini eru júst vald, og tey flestu kenna ikki hesi kvæðini. Fyri at fáa dansin á glið, verður terpað við pappíri, men eftir jólaferiuna, tá øll hava lisið uppá, verður dansað uttan pappír.

 

 

Dansur er annað enn bara dansur

Tað er ongin loyna, at fá ung dansa, men samanlagt eru kortini heilt fitt av ungum fólki, sum savnast saman um dansin. Dansurin er kortini ikki alt.

 

- Sjálvandi savnast vit um dansin, men upplivingin og samanhaldið hava eisini stóran týdning. Tað er altíð lív í. Ja, og so er tað eisini gott fyri tína kondi (fyri tey, sum ikki tíma rennibandið og vektirnar...).

 

Tað er eisini pláss fyri hugna og roksi, tá mann dansar

 

Styttri tættir og fleiri sleppa at skipa

Kvæði eru ymisk í long og innihaldi. Tey ungu velja ofta styttri kvæði og tættir. Til upptøkuna í januar eru sjey ymisk kvæði og tættir á skránni.

 

- Nógv long kvæði finnast longu á upptøku, men harafturímóti finnast fáir tættir á upptøku.

 

Tey ungu hava serliga valt styttri og skemtiligar tættir so sum Sambandsfallið, Veðratáttin og Konutáttin. Av tí sama sleppa fleiri ymisk eisini at skipa.

 

- Nógv ymisk skipa, tí hetta er fyri øll, og nýggj skulu sleppa at royna seg. Tað er keðiligt, tá tað bara er ein, sum skipar. Tað er heldur ikki gott fyri skiparan. Tað er stuttligari fyri onnur, tá fleiri skipa. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.