- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dansa teg heitan í illveðrinum
Vetrarhálvan er av sonnum byrjað við illsligum veðri, og tað er eisini sesongtíðin hjá føroyska dansinum. Flestu dansifeløgini kring landið dansa regluliga alla vetrarhálvuna fram til føstulávint.
Á heimasíðuni hjá landsdansifelagnum, Sláið Ring, kanst tú kunna teg nærri um skránna hjá lokalu dansifeløgunum.
Dansur fyri útisetar
Á flatlondum fjálga føroyingar eisini um føroyska dansin. Dansifelagið Fótatraðk skipar sunnukvøld kl. 19.00-21.30 fyri føroyskum dansi á loftinum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hygg at skránni her.
Kvæðauppskriftir og upptøkur
Dugir tú ikki kvæðini, so eru góð ráð at taka til. Á heimasíðuni hjá fleiri dansifeløgum kanst tú finna uppskriftir m.a. á heimasíðunum hjá Eysturoyar Dansifelag, Fótatraðk og Dansifelagnum í Havn. Á Youtube finnast eisini fleiri upptøkur.
Kringvarpið hevur eisini gjørt fleiri sendingar, sum eita Upp á gólv, har ymisk dansifeløg dansa. Og ert tú meira forvitin, kanst tú hoyra sendingar, har Jóhan Mortensen tosar við dansihugað fólk í sendingini Dansival.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |