- Tíðindi, mentan og ítróttur
15 ting, ið mannfólk ikki skulu gera í songini
1) Skalt tú hava hjálp við at turka tær eftir ein túr á vesinum? Nei, ha? So skalt tú eiheldur hava hjálp við at koyra hítina á.
Nøkur ting eru best at vera ein um.
2) Kanska tað sá gott út, tá ið pornostjørnan gjørdi tað, men ein standandi '69' kann bara enda galið.
3) Tað eru als ikki øllum, ið dámar spanking. Um tú ikki hevur spurt hana, ið tú ert saman við um hetta áðrenn, hevur tú uppiborið ein frammaná.
Hevur mamma tín ikki lært teg, at mann ikki slær gentur?
4) Steðga fyri alt í verðini við at spyrja "dámar tær hatta?" allatíð.
Tú hevur fingið eygu til tað sama. Sær hon út sum ein, sum dámar hatta, ella sær tað út, sum hon heldur vil sita heima hjá ommuni og hekla?
5) Dámar tær spýggj á likamið hjá tær?
Um ikki, lat so vera við at kroysta teg niður í magasekkin hjá henni, tá ið hon gevur tær eitt blowjob.
6) Halt ísterningunum langt vekk frá kamarinum.
Enn einaferð er hetta nakað, ið bert sær gott út, tá ið pornostjørnur gera tað.
7) Bakdururin skal einans verða nýttur, um tað er avtalað áðrenn.
Um ikki, halt teg vekk.
8) Ikki hála út, tí tú heldur, at hon skal koma fyrst. Hetta kann taka laaanga tíð.
Síggjast í 2017.
9) Oralsex á morgni?
Svarið er nei takk.
10) Syrg fyri at vera reinførur.
Um tú ikki longu veitst tað, smakkar urin ikki serliga væl.
11) Dámar tær at hála í hár? Super!
Altso ... So leingi tú ikki skræðir tað av.
12) Uttan so at tú ætlar tær at liva í sjálvbodnum cølibati restina av lívinum, hevði eg tveitt hasar Superman undirbuksurnar burtur.
Ja, hasi boxershortsini, sum koma niður til knøini, skulu eisini vekk.
13) Sáð í andlitið, eyguni og hárið?
1. Tað minnir um eitt smábarn, ið akkurát hevur etið greyt. 2. Hon hevur akkurát koyrt smyrsl á ... og verið til frisør. 3. Ew.
14) Heldur tú, at tað er tendrandi, tá ið tú verður ótolin og irriteraður, tí at tú ikki fært hana at koma?
15) Lat hana úr undirklæðunum við hondunum - ikki tonnunum.
Tíverri er tað einans Brad Pitt, ið fær hetta at rigga.
Kelda: mx.dk
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |