- Tíðindi, mentan og ítróttur
'Skilagóða ættarliðið' bíðar við at hava samlegu
Kanning vísir, at danski ungdómurin ikki fer í song saman líka tíðliga sum áður. Hetta sigur danska heimasíðan mx.dk.
Hesa kanning gjørdi Statens Institut af Folkesundhed í 2009. Tá høvdu 34% av 15 ára gomlum havt sítt seksuella debut. Kanningin varð gjørd aftur í 2013, har prosentið var fallið 13%, tað vil siga góð 21% høvdu mist sína jomfrúheit.
Kanningin av 7.676 tannáringum vísti eisini, at tær 15 ára gomlu genturnar høvdu meira seksuella erfaring enn dreingirnir í sama aldursbólki.
Av hesum ungu, ið høvdu verið í song saman, høvdu 9 av 10 nýtt fyribyrging. Og uppá 5 ár er talið av tannáringaabort fallið frá 2.830 til 2.051.
Hósat hetta liggur miðal aldurin at missa sína jomfrúheit enn á 16 ár. Har hevur hann ligið síðani 1960, tað sigur Christian Graugaard, ið er professari í sexologi.
-Vit síggja týðiliga lækking av ungum, ið hava havt samlegu. Tað hongur kanska saman við, at ung ikki drekka seg líka full sum áður og av tí sama ikki enda í hasum 'ups-støðunum', har tey av fullskapi enda í song saman, sigur granskari Karen Margrethe Dahl frá Statens Institut af Folkesundhed.
Hetta kemur óvart á danir. Tey høvdu væntað, at gongdin var tann mótsatta, eftirsum at tað gerst lættari og lættari at koma í samband við onnur ung, eitt nú við dating appum sum Tinder.
Hvussu halda tit, at støðan er í Føroyum? Mogga vit fyrr enn danir?
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |