Danir óttast yvirgang

Danir óttast yvirgang
Flestu danir vænta, at ein yvirgangsatsókn ímóti Danmark fer at henda innanfyri tey næstu árini, men nokta tó at loyva óttanum at broyta teirra atferð og vanar
22.11.2015 - 11:45

Eftir álopini í París 13. november hevur Danmark hækkað terror-støðið, og politistar við stórum, løddum byrsum hava verið sæddir í serliga útsettum økjum í Keypmannahavn. Danir byrja sostatt veruliga at merkja, at har er ein vandi fyri yvirgangi.

 

Vænta eina yvirgangsatsókn

BT skriver, at sambært eini nýggjari kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske, so vænta heili átta út av tíggju danum, at Danmark verður útsett fyri yvirgangi innanfyri tey næstu árini. 

 

Sambært terror-granskaranum, Carsten Bagge Lausten, so er tað ikki løgið, at fleiri og fleiri danir meta, at har er ein veruligur vandi fyri, at tað fer at henda eitt yvirgangsálop í Danmark.

 

- Vit hava havt Muhammed-tekningarnar, vit eru í kríggj í Sýria, og vit hava verið í kríggj í Afghanistan. Vit eru avgjørt eitt mál hjá yvirgangsmonnum, sigur hann.

 

Vilja ikki broyta atferð

Men hóast tey flestu meta, at vandin fyri yvirgangi er veruligur, so fara danir enn á café, gera ørindir og taka tokið, júst sum tey plaga. Gallup kanningin vísir nevniliga, at heili 87 prosent av danum meta ikki, at teirra atferð er broytt.

 

Sambært Henrik Lyng, ið er kreppusálarfrøðingur, merkir hetta, at yvirgangsmenninir í París enn ikki hava klárað at sáa tann óttan í Evropa, sum teir ynskja.

 

- Endamálið hjá yvirgangsmonnunum er at skapa ótta og at gera okkum ótrygg í egnum umstøðum. Teir vilja, at vit skulu broyta atferð, og at vit skulu hava misálit til okkara felags borgarar og til okkara myndugleikar. Í Danmark er hetta ikki eydnast enn, sigur Henrik Lyng.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.