- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingur í París: Eg eri bangin. Øll eru bangin
Sissal Drews Hjaltalin er 19 ára gomul og hevur búð í París í skjótt tríggjar mánaðir, har hon starvast sum au pair-genta. Á bloggini 'Slept á fjall í París' skrivar hon hvørja viku stuttligar frágreiðingar um síni ævintýr í París, men hesa vikuna hevur hon ikki havt nakað stuttligt at siga.
Sirenur og grátur
Fríggjadagur 13. byrjaði sum ein vanligur dagur hjá Sissal, men ávegis til eina vinkonu hoyrdi hon brádliga nógvar sirenur, og vinkonan skrivaði, at hon skuldi sleppa sær heim sum skjótast, tí at tað vóru spreingingar og skottilburðir í býnum.
- Eg rann heim. Komin innar byrjaðu sms boð at floyma inn, og eg ringdi til øll míni vinfólk, greiðir hon frá. Eg hoyrdi fólk rópa uttanfyri, og enn fleiri sirenur. Sms boðini fingu ongan enda, og tíðindini gjørdust verri og verri.
- Eg vildi spýggja. Fleiri tyrlur og fleiri sirenur. Eg hoyrdi nábúgvan hjá mær gráta. Deyðsboð? Hóast grensurnar skuldu eitast at vera stongdar, flugu flogfør tætt uppiyvir París alla náttina. Vit fingu boð um at halda okkum inni.
Ævintýrið gjørdist ein marra
Sissal var bangin og einsamøll. Hon sæt uppi alla náttina, og tá klokkan nærkaðist átta, breyt hon útgangsforboðið og rann yvir til vinkonuna.
- Vit royndu sum frægast at hugna okkum, men tað var ringt, tá mann støðugt hoyrdi tyrlur. Vit kendu okkum illa til passar, tí vit fingu einki gjørt. Einki annað enn at bíða. Summi vinfólk høvdu enn ikki svarað sms boðunum, sum vit høvdu sent teimum, og tískil var ótti allatíð á okkum. Var nakar, sum vit kendu, deyður? Hvussu nógvir terroristar vóru? Hví hendi hetta? Nær fór hetta at enda?
Sissal greiðir frá, at hesa vikuna bleiv ævintýrið ein marra, sum ikki er liðug enn. Men hon hevur fingið so nógv boð á Facebook, har fólk hava verið stúrin um hana, hava biðið fyri sær og ynskt henni tað besta, og hava hesi verið henni ein ógvuliga stór troyst.
Vit mugu reisa okkum aftur
Tó leggur hon aftrat, at hon eisini hevur fingið boð, sum, hóast tey eru skrivað við góðari meining, ikki fella í líka góða jørð.
- "Tú ert so djørv", "tað er so cool at tú ert komin ígjøgnum hatta" og "eg hevði ikki klárað hatta líka væl sum tú." Tingið er, at eg eri als ikki djørv, eg eri ikki komin ígjøgnum hetta, og eg havi ikki klárað hetta væl. Sannleikin er, at eg eri bangin. Øll eru bangin.
- Eg veit væl, at vit noyðast at vera sterk. Øll, sum eru í París beint nú, vita, at tað er neyðugt. Tað er neyðugt, at vit reisa okkum aftur, og vísa at vit eru djørv, og at vit standa saman. Tað fara vit eisini, og vit byrja so smátt, sigur hon, og greiðir frá, at hóast tað er øgiliga ringt og óhugnaligt, so byrjar París spakuliga at vakna aftur.
- Fólk fara at gevast at ganga á leistum, men tað fer at vera øðrvísi. Á hvønn hátt veit eg ikki. Enn eina ferð mugu vit bara bíða.
Hetta vóru einans brot úr frágreiðingini hjá Sissal. Ynskir tú at lesa alla søguna á bloggini 'Slept á fjall í París', so ber til at gera tað her
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |