Bitin av skíð: Katrin arbeiðir í fronsku alpunum

Bitin av skíð: Katrin arbeiðir í fronsku alpunum
Fyrr í ár avgjørdi 20 ára gamla Katrin Fagranes Clemmensen, at hon ikki tímdi keðiliga gerandislívið longur, so hon valdi at flyta til skíðstaðið L’alpe-d’huez í staðin.
18.12.2013 - 02:30

Fyrr í ár avgjørdi 20 ára gamla Katrin Fagranes Clemmensen (til høgru á myndini), at hon ikki tímdi keðiliga gerandislívið longur. Í eini handavending keypti hon sær eina flogferð til Frankaríki og valdi at royna arbeiðslívið á skíðstaðnum í L’alpe-d’huez í fimm mánaðir.

 

Katrin greiðir frá, at hennara áhugi fyri ítróttini byrjaði, tá hon í 9. flokki fór á skíðferð við flokkinum í Eysturskúlanum. Eftir fyrsta túr í Alpunum bleiv hon bitin, og eftir tað fóru hon og pápin hvørt ár á skíðferð til ymisk støð. Á ferðini í fjør tosaði hon so við ein av ferðaleiðarunum um, hvussu mann bar seg at at søkja um at arbeiða á einum slíkum staði. Ferðaleiðarin greiddi frá, at tað var lætt at gerðast skíðleiðari ella fáa arbeiði á hotellunum við at søkja gjøgnum ferðaskrivstovurnar, ið standa fyri skíðferðum.

 

Í vár søkti Katrin so til hesar skrivstovurnar, og av teimum, sum svaraðu henni aftur, valdi hon at fara til Frankaríki at arbeiða sum bartendari fyri felagið Northlander.

 

Fimm dagar um vikuna arbeiðir Katrin frá kl. 19 – 01, eina ferð um vikuna arbeiðir hon tríggjar tímar, og ein dag hevur hon frí. “Eg havi fingið tað besta arbeiðið, sum ein kann hava á háárstíð, tí mínar arbeiðstíðir loyva mær at standa á skíð hvønn dag og sova leingi, um eg havi hug til tess”.

 

At arbeiða á einum skíðstaði hevur sínar fyrimunir, tá mann er bitin av ítróttini, sum Katrin er. Hóast hon ikki fær yvirskot av arbeiðnum, er hon spent at uppliva, hvussu nógv betri hon verður at standa á skíð eftir hesar fimm mánaðirnar.

 

Fyri sítt arbeiði fær hon innivist, liftkort, eina flogferð aftur og fram og 1000 krónur um vikuna, og so fáa arbeiðsfólkini avsláttur á alla útgerð, sum kann keypast á staðnum. Nakrar ferðir skipar fyritøkan fyri útferðum niðan í fjøllini, sum bara arbeiðsfólkini eru boðin við til, har tey halda stórar døgurðar og ball. “Tey flestu, sum arbeiða her, eru danir og sviar millum 20 og 22 ár, so vit tosa mest danskt og svenskt. Tað hevði kanska verið smart at lært meg eitt sindur av svenskum, áðrenn eg kom,” greiðir Katrin skemtandi frá.

 

Bestu ráðini hjá Katrini til tey, sum eru áhugað at fara á skíðferð eru at keypa sína egnu “mountain ski” útgerð, áðrenn farið verður avstað, tí henda útgerð er roknað bæði til parkpist og offpist. Eisini er umráðandi, at øll trygdarútgerð er í lagi, og um øll útgerðin er keypt heimanífrá, er lætt at spara einar fimm til tíggju túsund krónur. Til endans leggur Katrin afturat, at “tað allar mest umráðandi er, at tit njóta uppihaldið, meðan tit eru har”.

 

Síggj myndir frá uppihaldinum hjá Katrini her.
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.