Skaldið: Annika Dalsgaard

Skaldið: Annika Dalsgaard
"Eg livdi í míni egnu verð," greiðir 16 ára gamla Annika Dalsgaard frá. Les brot úr stuttsøgum hjá unga høvundinum, sum eisini greiðir okkum frá, hvørjir tankar liggja aftan fyri søgur hennara
15.11.2015 - 15:30

16 ára gamla Annika Dalsgaard er allarhelst sum tannáringar flest. Hon gongur í student í Hoydølum, er venjari í fimleiki, fylgist við sínum vinfólkum og arbeiðir eftir skúlatíð. Men umframt hetta ger hon nakað, ið kanska er heldur sjáldsamt fyri ung í hennara aldri; hon skrivar søgur.

 

Eg livdi í míni egnu verð

Sambært unga høvundinum hevur tað at skriva leingi verið ein natúrligur partur av hennara tilveru.

 

- Eg livdi í míni egnu verð og byrjaði at siga søgur ella finna uppá onkran sjónleik.

 

Annika byrjaði fyrst at skriva søgur sínar niður, tá hon gekk í fjórða flokki og lærarin bað tey skriva ymsar stuttsøgur niður á pappír, og hetta hevur hon gjørt líka síðani.

 

- Onkuntíð flýtur tað bara úr mær, tá eg skrivi, og aðrar tíðir siti eg leingi og umhugsi hvørt einasta orð, so tað er sera ymiskt, hvat fer ígjøgnum høvdið, tá eg skrivi. Tað, sum eg kanska serliga leggi dent á, er, hvussu eg kann fáa tekstin at virka so veruligan sum gjørligt; at fáa lesaran at liva seg inn í orðini við at nýta nógvar nágreiniligar lýsingar og tílíkt.

 

Íblásturin kemur sjáldan av sær sjálvum

Annika greiðir frá, at hóast henni dámar væl at skriva, so kemur tað sjáldan heilt av sær sjálvum, og er tað tí nakað, ið mann skal seta sær fyri at gera. Sum oftast biður hon heldur onkran siga nøkur tilvildarlig orð, og so byrjar ein heil verð at skapast í høvdinum.

 

- Onkuntíð kemur tað sjálvandi eisini bara til mín, men tað er sera sjáldan, sigur hon.

 

Stuttsøgusavn og bókadagar

Komandi vikan verður eisini spennandi hjá Anniku. Fríggjadagin 19. novembur verða fýra av hennara stuttsøgum nemliga útgivnar, og verða brot úr savninum eisini lisin upp til tiltakið Bókadagar, sum verða í Norðurlandahúsinum 20-22. novembur.

 

Omanfyri kanst tú lesa brot úr tveimum stuttsøgum hjá Anniku Dalsgaard

 

Skápið

Tey koma til klubban. Farvustrálandi við blinkljósum og gullstavum á húsunum. Ein feril av tubbaksroyki og rúsdrekka kemur teimum í møti, tá tey koma inn. Jazz tónleikurin rungar úr hoytalarunum, og fólk bæði dansa úti á gólvinum og hanga við borðini. Hann følir seg eitt sindur illa um hetta, ikki hevði høgt elskaða mamma hansara verið stolt. Hann og fylgi hansara fara inn eftir gólvinum, til teir koma til eina hurð við perlugardinum, at ganga ígjøgnum. Teir vera bjóðaðir bæði reyðvín og konjak við kaffi, men flestu teirra takka nei. Onkur hevur okkurt meira spennandi við, men tað kunnu teir ikki royna her úti millum øll fólkini, tí lovligt er tað ikki. Tey smoyggja sær inn um perlugardinurnar og hyggja runt. Har eru tveir brotnaðir, gamlir stólar, ið eru stáplaðir uppá hvønn annan, og ein gomul myndatøku maksina. Eitt sovorðið, ið mann kann fara inn í og taka myndir. "Kom og prøva!" sigur Kári og hálar fýra úr fylginum inn. Eisini hann.

Onkur teirra koyrir eina gylta krónu í eina sprekku við hurðina, og skjótt fer blitsið í gongd. Myndatøkuljóðini yvirdoyva tey, og ein eftir ein smoyggja tey sær út aftur, men hann verður sitandi. Hann hevur ikki lagt smyrslið á fyri einki, og situr tí og ger seg til rættis til eitt einmansbílat.

 

Slangan

Hon helt meg út frá sær, hóast at hon var væl lægri enn eg, og hugdi uppá meg við tárum í eygunum. Eg hevði longu í huganum, hvat hon fór at siga, men eg vildi ikki kennast við tað. Vildi ikki nevna tað við orðum. Eg risti bara við høvdinum og royndi at pressa varrarnar saman fyri ikki at geva ljóð frá mær. Lat heitu tárini døgga mínar kjálkar og setti knyklar í brýr. Eg vildi, at hon einki skuldi siga. Men hon nikkaði játtandi, sum visti hon hvat longu var í tonkum mínum. Og so brast múrurin, og eg hoknaði niður í ein stól, ið stóð undir liðini á mær. Hendurnar leitaðu sær pláss undir pannuni, so at tær stuðlaðu mínum høvdi. Handan herviliga sjúkan hevur sníkt seg inn í heim okkara, sum ein slanga. Spakuliga kom hon skríðandi eftir gólvinum, hóast at mann royndi at fyribyrgja so gott sum møguligt, læsa øll portur og allar hurðar. Hon smoygdi seg igjøgnum lyklarhol, hon fylgdi tær, tá tú vart uttandura, í einum hami sum vindur. Einki kundi gerast, hon slapp framat tí óframákomiliga.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.