- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skaldið: Kristina Clementsen
Kristina Clementsen er 17 ára gomul og gongur í Studentaskúlanum í Hoydølum. Í frítíðini spælir hoyvíksgentan hondbólt, men eisini skrivar hon nógv. Her kanst tú vitja blogg hennara, har hon umframt yrkingar m.a. skrivar hugðleiðingar.
fánaði tónin
burturmisti tónin
slepti sær burtur
í mjørkanum
har eingin sá
fánan
eg leiti enn
har eingin fet eru
eftir livandi tónanum
ið slapp sær burtur
uttan ljóð
skurrandi ljóðini
styrkja enn sansirnir
lovandi orðini
fylla lagið
langt burturi
burturmista røddin
slapp sær burtur
í ljósinum
har øll sóu
meg
syndin er í mær
Fyll meg við blóðið tínum
flagga við kroppi mínum
kenn meg har
syndirnar eru
men
syng
vinnara róp
tað tú dyrkaði
spjótið, ið tú kastaði
nemdi allar lívskyknur mínar
prenta sangir og nótar á meg
kroppur sum pappír
samvitskuleys lík
drópu rættvísi
vís
Gimsteina havið
Eg sveimi
Malandi í sandinum
millum gimsteina havið
har sannleikans strendur
skiljast sundur
Eg leiti
Spyrjandi í huganum
millum mannamúgvurnar
har eingin er
at finna
Leitandi, sveimandi
í hugsandi heimi
har søti sannleikin
opnar seg
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |