Halloween í Havn

Halloween í Havn
Nógv hendir hetta óhugnaliga vikuskiftið. Her sært tú, hvar tú sum grýla skalt fara fyri at fáa mest burturúr
31.10.2015 - 09:45

Sirkus

Leygarkvøldið kunnu grýlur, sum hava gjørt serliga nógv burtur úr, risikera at fáa okkurt ókeypis í barrini, og tann flottasta grýlan vinnur entré, barr-rundu, eitt gávukort á 500kr. Übernörd diskar.

 

Bassalt

Um tú fert framvið Bassalt leygarkvøldið, kanst tú vinna sum bæði vemmiligasta, fittasta ella besta grýla. Besta grýlan vinnur gávukort til V.I.P rúmið, og tíggju pakkar av Stjernemix verða givnir til hinar grýlurnar. Diskarin er DJ K1 fríggja- og leygarkvøld, og har er ókeypis atgongd.

 

 

Rex

Dansistaðið hevur ongan vinning til flottastu grýluna, men ókeypis atgongd til øll, sum hava latið seg í grýluklæðir. DJ End Banshees diskar.

 

 

Valhøll

Um tú krevur eitt sindur meira av einum leygarkvøldið í Havn, kanst tú fara oman í Valhøll at síggja striptease og keypa frá toppleysum barrvøri. Her sleppur tú so ikki undan at gjalda sum grýla, men sleppur bíligast áðrenn kl. 1.

 

 

Luux

Um tú ert 21 ár ella eldri, kanst tú fara til Halloween party við 90'ara stjørnuni Drömhus, sum kemur at framføra leygarkvøldið.

 

 

Irish Pub og Glitnir

Leygarkvøldið er vinningur á 500kr til bestu grýluna, og Sham Rock spæla bæði kvøldini. Ókeypis atgongd.

 

Mojo

Fríggjakvøldið verður poker spæl kl. 18 og pub quiz kl. 23, og so byrjar Búgvi Hanusarson at spæla kl. 23. Leygarkvøldið verður live tónleikur við Eyðun Nølsoe.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.