Óhugnaligu klovnarnir yvirtaka Skandinavia

Óhugnaligu klovnarnir yvirtaka Skandinavia
Hevur tú sæð teir sokallaðu 'scary clowns' nakrastaðni í Føroyum?
14.10.2016 - 15:15

Í august varð fyrstu ferð ávarað ímóti óhugnaligum klovnum, ið royndu at lokka smábørn inn í skógar í Amerika. Síðani tá hevur fyrbrigdið breitt seg um allan heimin og er nústani komið til Skandinavia.

 

Hósdagin varð ein ungur drongur í Svøríki álopin av einum 'scary clown'. Drongurin varð stungin við einum knívi av einum klovni, ið svenska politiið enn ikki hevur funnið nakað spor av. 

 

Eingin veit hví

Hví ung fólk (serliga dreingir) eru farin at hvøkka onnur fólk við maskum, øksum, knívum og øðrum er púrasta óvist.

Ein teori var, at tað var reklama fyri nýggja gysarafilmin 31, ið kemur út í 2017, ið snýr seg um óhugnaligar klovnar. Tað vóru filmsleikstjórarnir skjótir at nokta og søgdu seg einki samband hava við hendingarnar, ið vóru farnar fram í Amerika.

 

 

Eisini komnir til Danmarkar

Hósdagin hevði ein danskur maður koyrt í Fredericia. Knappliga sær hann ein klovn 50 metrar framman fyri sær. Klovnurin hevði eina øks uppiá sær, men flutti seg tá maðurin koyrdi tættari at honum. Nakrar metrar longur frammi hevði maðurin víkiskyldu, og ein klovnur kemur og tekur í læstu bilhurðina. Hesin klovnurin byrjaði at renna eftir honum, tá hann koyrdi undan.

Bilførarin tók tað ikki so tungt, og seinni hevði ein drongur meldað seg sjálvan til politiið, har hann boðaði frá, at tað als ikki var nakað illa meint við tí.

 

Tá tað ikki er ólógligt at vera ílatin óhugnaligar draktir, kann mann ikki gera nógv við slíkt. So leingi sum viðkomandi ikki sjikanerar ella hóttir við nøkrum, er tað ikki ólógligt. Markið, hvat er sjikana og hvat ikki er, er einki fastlagt. Tað er ein av orsøkunum til, at tað er sera trupult hjá politinum í Skandinavia at gera nakað við sakina.

 

 

Soleiðis hevur sæð út kring knøttin teir seinastu dagarnar:

 

 

Hevur tú sæð ein sokallaðan 'scary clown' í Føroyum? Send okkum eini boð á Facebook og fortel tína søgu.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.