- Tíðindi, mentan og ítróttur
Steso og Fróði í yrkiskanónini

Um mánaðarskiftið gav føroyski bólkurin, Steso, út eitt nýtt lag við heitinum "Mjørkabarn". Steso er ein bólkur, sum er mannaður av Hergeir Staksberg, sum so til hvørt lag finnur ymsar tónleikarar at spæla við sær. Við á lagnum "Mjørkabarn" eru Rebekka Petersen og Rólant av Reyni. Fyri fáum døgum síðani bleiv lagið hjá Steso viðmælt á donsku undirsíðuni hjá DR, Karrierekanonen.
Um lagið hjá Steso sigur Karrierekanonen soleiðis: "Hesa vikuna hava vit eisini fingið stórfingnan og atmosferiskan indierock úr Tórshavn. Á lagnum "Mjørkabarn" leggur tað føroyska málið seg, sum eina bleyta rammu, um tað melankolska lagið."
Í gjár gav Fróði út nýggja lagið "Waltz Me Back In Time", og longu í dag er lagið viðmælt á Karrierekanonen. Hvat dómsnevndin hevur at siga um lagið hjá Fróða, vita vit ikki enn. Hetta kunnu vit lesa um seinni í vikuni, tí hvønn fríggjdag verður tikið samanum øll tey viðmældu løgini, ta ávísu vikuna.
Við á lagnum "Waltz Me Back In Time" spæla Kristian Pauli Ellefsen, Pauli Reinert Poulsen, Per I. Højgaard Petersen og Mikael Blak.
Ivast tú, hvussu Karrierekanonen hongur saman, so kanst tú lesa meira um tað niðanfyri.
Hvønn dag
Karrierekanonen er ein síða, sum hevur til endamáls at fyrireika evnaligar tónleikarar til eina yrkisleið. Hvønn dag situr redaktiónin og viðmælir løg, sum tónleikarar senda inn til síðuna. Tey fáa millum 5-50 løg um dagin. Uppgávan er at finna og viðmæla løg, sum eru serliga áhugaverd løg.
Hvørja viku
Hvørja viku verður "ugens kanon" eisini kosin. Her verður tað lagið, sum hevur størstu menningarmøgugleikar, kosið og síðani spælt á donskum útvarspsstøðum.
Hvørt ár
Eina ferð um árið velja tey síðani 12 teir mest lovandi tónleikararnar á síðuni. Hesi 12 sleppa síðani millum annað at spæla á SPOT festivalinum. Eftir SPOT festivalin sleppa átta tónleikarar at spæla í finaluni á Smukfest. Og til seinast eftir Smukfest verða tríggir vinnarar valdir, sum fáa eina skraddaraseymaða menningargongd, sum passar júst til tónleikararnar.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |