- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klumman: Blond er ikki bara blond (2/2)
Les fyrra partin av greinini her
Ein blond træbulur
Tað er fleiri ferðir komið fram í samrøðum, at kinesarar halda meg vera blond. Í Føroyum hevði eg ongantíð verið kallað blond – kanska meira ’liposteifarvað’ ella okkurt í ætt við karamell. Í Kina og á kinesiskum havi eg kanska blond hár, hóast liturin á mínum høvdi eftir mínum tykki meira minnir um tann á einum træbuli enn á eini pastaskrúvu.
Í vesturheiminum tykist tað, sum vit ofta halda okkara hugsanarhættir vera universalar – summi meir enn onnur, sjálvandi, (bretar í útlondum tykjast ofta hava næstan imperialistiskan hugsanarhátt, tá tingini ikki verða gjørd júst sum heima í Bretlandi). Blond hár er sovorðið sum Eivør, Jessica Simpson og Marilyn Monroe hava, men er hetta veruliga einasta rætta fatanin av, hvat tað er at vera blond? Er veruleikin ikki subjektivur, relativur og í hesum førinum málrelateraður?
Tó eri eg kanska í mun til øll tey svørtu litbrøgdini á høvdunum á kinesarunum blond, og kanska kinesiska fatanin av, hvat blond er, er breiðari enn okkara. Hárlitir sum mín eru kanska so fremmandir fyri teimum, at kinesiskt bert hevur eitt orð fyri nakað, sum fyri okkum er meira fjølbroytt og alt hár, sum ikki er svart ella næstan svart, í Kina sostatt er blond. Jamen so eri eg blond í Kina, meðni.
Pinnabein
Men ikki alt verður ‘lost in translation’ hóast alt. Nakað, sum bæði evropeiskar- og kinesiskar gentur hava til felags, eru idealini um, at vit skulu vera eins klænar og modellirnar á forsíðunum á mótabløðum. Tó merkir tað at vera klænur ikki heilt tað sama í Kina og í Evropa. Eg veit ikki hvussu, men tað kemur meir enn so fyri, at kinesiskar gentur síggja út, sum tær hava tikið pinnarnar av borðunum og koyrt teir millum niðurdeilin og skógvarnar – so klænir eru leggirnir. Gentur, sum í Evropa høvdu verið klænar, vera næstan sæddar sum feitar, men tað er slett ikki altíð so galið, tí so halda nógvir kinesiskir dreingir okkum eisini vera feitar, og vit fáa frið frá teimum á barrunum.
Høvdu vit verið nóg klænar at sloppið ígjøgnum nálareygað, høvdu vit nokk verið ov ‘besverligar’ at fingist við allíkavæl, tí vit hava so nógvar meiningar og tosa so nógv, at tað næstan ræðir teir – ella tað siga kinesisku genturnar í øllum førum – og tað tykist vera okkurt um tað, tí ógvuliga fáar vesturlendskar kvinnur hava kinesiskar sjeikar ella menn, meðan tað er heilt vanligt at síggja ein hvítan mann undir liðini á eini kinesiskari kvinnu.
Hetta er bara sovrið, sum eg havi hoyrt og eygleitt, og allarhelst ikki allur veruleikin. Eg møtti so seint sum seinasta vikuskifti fyri fyrstu ferð eini vesturlendskari kvinnu, sum átti børn saman við einum kinesiskum manni, og nógvar kinesiskar gentur eru eisini sunnar og ikki við at brotna um hvørki miðju ella bein.
Kinesiskt kynshár
Umframt vesturlendskar kvinnur, er eitt annað, sum eisini fær frið í Kina, kynshárini hjá gentum. Í vesturheiminum umboða órakað kropshár hippirørsluna og kvinnufrígering. Í Kina er støðan ein onnur. Gentur skulu vera lítlar og klænar og hava busk millum beinini fyri at tykjast so óskyldigar og órørdar sum gjørligt. Buskur millum beinini er sostatt ikki eitt tekn um sterkar kvinnur, ið ikki lata seg stýra av samfelagnum, men kanska júst tað umvenda? Útlendsku dreingirnir halda tað í øllum førum vera løgið, og nógvir gremja seg eitt sindur um júst hetta, og summir halda tað kanska enntá vera ólekkurt.
Orð og gerðir merkja ikki altíð tað sama allastaðni
Ja, mentanarmunir lita (tíbetur) enn sokallaða altjóða heimin við alskyns litum. Júst Yunnan við sínum asiatiska margfeldni ímyndar eisini væl hetta.
Mentanarmargfeldni er tó ofta týðiligari millum eitt nú kinesarar og útlendingar: tá vit tosa sama tungumál, ganga vit ofta út frá, at vit eisini skilja hvønn annan – vit útlendingar ganga ofta út frá, at tosar kinesarin enskt, so hevur hann eisini ognað sær vesturlendsku mentanarfatanina, og hetta kann elva til miskiljingar millum partarnar. Tað at duga at tosa enskt merkir ikki neyðturviliga, at ein hevur somu fatan av, hvat tað er at vera blond, ella um tað er gott ella ringt at vera eitt sindur sólbrend/ur.
Hetta er fínt tilfar til stuttligar smásøgur og kann virka eitt sindur trivielt. Hinvegin eru ikki allar misskiljingar so óskyldigar sum ymisk fatan av húðarliti, hárliti og kropshárum, men misskiljingar kunnu skapa trupulleikar og kanska enntá føra til hatur og forfylging – ja, heimssøgan sær tíverri út til at vera full av dømum um hetta. Onkur vil til dømis vísa sínar demokratisku musklar, meðan onnur verða fornermað av onkrum tekningum í bløðunum. Men fyrsta stigið rætta vegin er eftir mínum tykki at gerast tilvitað um, at somu orð og gerðir ikki altíð hava júst somu merking í øllum heiminum, tí søga og mál setir sín dám á nútíðina, og tað er tað, sum ger tað so spennandi at ferðast og læra.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |