Klumman: Blond er ikki bara blond (1/2)

Hugo, Dávid, Yisi og Jóhanna í Yunnan. - Ja, eg eri í hatti og turriklæði, tí eg havi brent meg so illa, at sólin als ikki má koma at húðini.
Klumman: Blond er ikki bara blond (1/2)
Tað er skjótt at koma galið í býin, tá tú ert í útlondum og ikki heilt skilir mál og mentan
30.09.2015 - 13:00

Tað er mangt, ein kann læra við at fara út í heim. Við at ferðast minnist tú knappliga nógv betur, hvat land liggur við síðuna av hvørjum, og hvør høvuðsstaðurin er, tí tú fært eina søgu at tengja til vitanina. Hinvegin sleppur tú longri inn í samfelagið og fólkasálina við at vera í sama landi í longri tíð, og eg fari her at siga tykkum frá nøkrum av mínum upplivingum og tonkum sum føroyingur búsitandi í Kina.

Gylta vikan

Henda vikan er frívika í Kina, tí kinesarar skulu eitast fyri at hátíðarhalda stýrið hjá kommunistaflokkinum. Henda frítíðin verður rópt gylta vikan og er á hvørjum ári vikuna kring 1. oktobur. Heldur enn at halda reyðu bókina hægst og rópa fagnaðarróp fyri eftirfylgjarunum hjá Mao Zedong, tykist frívikan paradoxalt nokk at vera ein hásongur til kapitalismuna. Í 2013 var umsetningurin hesa vikuna eina billión yuan (viðrið á kinesiska gjaldoyranum yuen er ikki so langt frá donsku krónuni). Hetta kemst mest av, at kinesarar í frívikuni njóta frídagarnar at ferðast í.

Eisini eg plagi at njóta frívikuna at síggja meg um í. Í fjør var eg í kinesiska landspartinum Yunnan, sum liggur í útsynningspartinum av Kina. Tað, sum er serliga spennandi í hesum landspartinum, er, at av 56 etniskum minnilutabólkum í Kina, búgva 52 í hesum landspartinum. Eisini ganga Himmalayafjøllini ígjøgnum Yunnan, so landslagið er ógvuliga vakurt.

Eystur Kina og vestur Kina

Tað merkist væl, at tað ikki er eins nógvur aktivitetur á kinesisku vestursíðuni sum í eystur Kina. Í eystur Kina, har eg búgvi, lita nógvu orkuverkini, verksmiðjurnar og bilarnir við dálking himmalin mjørkagráan, meðan himmalin í Yunnan er bláur. Í Kina verður enntá ofta tosað um ein eystur politikk og ein vestur politikk, tí landspartarnir eru so ymiskir fíggjarliga.

Regnskjól, sólverja og tomatreyð solariumhúð

Eitt, sum fyri míni føroysku eygu var løgið at síggja undir bláa himmalinum og í bjørtu fjallasólini í Yunnan, var, at so nógvar kinesiskar kvinnur krógvaðu seg handan litføgur regnskjól fyri ikki at blíva brúnari. Fyri okkum evropearar, har idealið er at verða so brúnur sum gjørligt, tykjast regnskjólini í sólini bæði fjákut og býtt. Men munnu vit ikki vera minst líka tollut, tá vit við øktum krabbameinsvanda og tomatreyðari húð koma út úr solariumunum ella við ógvuliga ‘jólalittari’ húð hava “gloymt” at smyrja okkum við sólkremi, tí at vit halda, at við faktori 30 gerast vit altso ikki brún?

Reyp ella gentugrenj?

Men tað var ikki fyrr enn eg saman við eini kinesiskari vinkonu gjørdi meg klára at fara í gallaveitslu, at eg veruliga uppdagaði týdningin av hesum – kanska vit kunnu kalla tað mentanar – muninum. Vit sminkaðu okkum og prátaðu um litir og smyrsl, og eg kærdi mína neyð, at eg altíð má keypa putur og ‘foundation’ í litbrøgdum, sum eru so hvít, at tey næstan lýsa í myrkri. Eftir at eg eina løtu aftrat hevði grenjað um, at sminkan hjá mær var so ljós, at hon allarhelst bert var gjørd til at hampa lík við, bað vinkonan meg steðga við at reypa so. Eg hvakk við, tí nú helt eg meg hava verið ordiliga sjálvkritiska í allar besta gentustíli, men so gekk knappliga upp fyri mær, hvussu hástór og býtt eg hevði ljóðað í hennara oyrum. Hon hevði allarhelst viljað verið so hvít sum eg og øvundaði allarhelst mær mín ljósa húðarlit eins nógv, og eg øvundaði henni hennara brúna húðarlit. Altíð skal grasið hava skeivan lit…

"黑色白色,黑色白色" (svart-hvítt, svart-hvítt)

Men hetta er ikki einastu ferð, at vart er gjørt við mín hvíta húðarlit í Kina. Eg upplivdi einaferð á eini klædnaverksmiðjusølu, at ein miðaldrandi handilskona, sum ikki dugdi eitt orð av enskum, tók í armin á mær meðan hon aðruhvørja ferð peikaði á sín arm og mín arm og segði “svart, hvítt, svart, hvítt” á kinesiskum. Eisini er tað ofta, tá sjeikurin og eg koma inn í til dømis eina lyft, at fremmandir kinesarar smædnir og við øgiligum skundi siga á enskum: “you’re-beautiful” og hyggja at mær, áðrenn tey fara út úr elevatorinum.

At byrja við skilti eg als einki, tí tað er ikki sum um mín spøkilsishúðarlitur er tekn um vakurleika heima í Føroyum. Nógvar av lýsingunum í handilsentrum og mótabløðum í Kina eru tó eisini av modellum við evropeiskum uppruna (hóast eisini onkrar vakrar asiatiskar modellir eru at síggja). Vit tosa ofta um í okkara parti av heiminum, at tað er ræðuligt, at vakurleikaidealini eru so órealistisk, tí modellir eru so klænar. Hugsa tær so, um vakurleikaidealini høvdu verið so púra, púra óuppnáilig, at føroyingar skuldu blivið til svartar afrikanarar við afrohári fyri at náa teimum? Tað er í grundini tað, vit tosa um her. Er tað ikki syrgiligt at royna at fáa ein heilt annan etnisitet enn tín egna fyri vakurleika heldur enn at síggja vakurleikan í ymiskleikanum? Eg risti við høvdinum, men taki bara ímóti at mær ikki longur nýtist at vera flov av at vísa kritahvítu beinini, tvørturímóti.

Les seinna partin av greinini <a href="http://kvf.fo/roddin/greinar/2015/09/30/klumman-blond-er-ikki-bara-blond...

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.